Snartíðindi frá fríggjadegnum

Annika Olsen verður neyvan borgarstjóravalevni hjá Fólkaflokkinum, meðan Hvalbiartunnilin møguliga verður longur út eftir í Trongisvági.

Annika Olsen er aftur í Fólkaflokkinum, men líkt er til, at hon ikki skal vænta at sleppa beinleiðis til valdið í flokkinum. Býráðslimirnir í Havn halda í øllum førum ikki, at tað er nakað sjálvsast í, at hon skal gerast borgarstjóravalevni hjá flokkinum. Tað kemur ikki upp á tal, sigur Bogi Andreasen, meðan Sjúrður Olsen heldur tað vera løgið, um hon yvirhøvur stillar upp til býráðsvalið.

 

Tað hendir javnan, at seyður verður yvirkoyrdur, men nú kunnu bøndurnir so gleðast um, at endurgjaldið verður hækkað.

 

Í gjár var fundur millum bygdaráðið í Hvalba, Samferðslumálaráðið og Landsverk um Hvalbiartunnilin. Hvalbingar ynskja at flyta tunnilin nakað í mun til uppskotið frá Landsverk, og eftir fundin lovaðu bæði Henrik Old, landsstýrismaður, og Ewald Kjølbro, stjóri hjá Landsverk, at kanna møguleikan at eftirkoma ynskjum hvalbinga.

 

Nú sær út til, at vánaligu avrikini hjá Manchester United spælarunum fara at raka teir fíggjarliga

 

Samgongan telur í løtuni 16 tinglimir og fær stuðul frá uttanflokkatingkvinnuni Sonju Jógvansdóttir. Miðflokkurin bjóðar sær nú at styrkja samgonguna.

 

 

Ein av trúboðarafelagsskapunum í Føroyum, OM Føroyar, hevur fingið nýggjan leiðara. Jóhan Petur Johannesen skal nú standa á odda fyri felagsskapinum, sum millum annað skipar fyri túrunum hjá føroyingum til TeenStreet í Týsklandi hvørt summar.

 

Starvslønirnar til listafólkini vóru handaðar í gjár. Eivør fær løn komandi trý árini.