Smittutalið er 1,3

Smittutalið er nú 1,3. Hetta er lægri enn metingin, sum Hannis Gislason, sum var í Degi og Viku í gjárkvøldið, greiddi frá. Hann metti, at talið í gjár var 1,5

– Men vit skulu helst niður á 1, segði Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, á tíðindafundinum.

– Útrokningarnar eru gjørdar úr frá tølunum, sum vit hava í dag. Tey eru valid og væl kontrolleraði, vísti hann á.

Hann gjørdi eisini greitt, at sóttarhaldið er 14 dagar, hvørki meir ella minni, og at tað skal haldast. Um ein er sjúkur av korona, so fer ein í sóttarhald antin heima ella aðrastaðni.

Familjuuppihald er tann karatenan, sum eitt nú fólk, sum koma til Føroyar, fara í. Hesi er heima og skulu ikki hittast við eitt nú vinum. Frísk luft kann njótast á matrikklinum. Í hesum førinum er familjan ikki at rokna sum smittuvandi og hesi kunnu til dømis fara út at keypa.