Íslendskir vinir á vitjan hjá borgarstjóranum í Klaksvík

Í sambandi við at størsti havnafelagsskapur í Íslandi, Faxaflóahafnir, hevði ein bás á altjóða messuni, North Atlantic Fish Fair, í Klaksvík, var havnastjórin, Gísli Gíslason, og starvsfelagi hansara, Ágúst Ágústsson, á gátt hjá Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík.

Tey, sum hava vitjað í Íslandi, kenna tann blíðskap, sum íslendingar mangan hava víst føroyingum. Ein av hesum íslendingum, sum kennir nógvar føroyingar, og er gamal vinur hjá býráðshúsinum í Klaksvík, er stjórin á Faxaflóahafnir, Gísli Gíslason.

Gísli, sum áður hevur verið borgarstjóri í Akranesi, er í dag stjóri fyri størsta havnasamtak í Íslandi, Faxaflóahafnir, sum fevnir um havnirnar í Reykjavík, Grundartangi, Akranes and Borgarnes. Gísli er somuleiðis nevndarformaður fyri tær Íslendsku havnirnar og hevur nógvar royndir frá hesum arbeiði. Eisini hevur hann verið nevndarformaður fyri havnina á Akranesi, tá ið hann var borgarstjóri har. Hann er enn nevndarformaður í nevndini, sum rekur undirsjóvartunnilin til Akranes - Hvalfjarðartunnilin.

Hósdagin, meðan messan North Atlantic Fish Fair, var í Klaksvík, nýtti Gísli Gíslason høvið ? saman við starvsfelaga sínum, Ágúst Ágústsson ? at vitja í býráðshúsinum, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tók ímóti saman við Meinhard Petersen, havnastjóra, og Hera M. Hammer, býarverkfrøðingi.

Sum fiskivinnu- og sjóvinnutjóðir hava íslendingar og føroyingar nógv felags áhugamál at umrøða, og varð hetta eitt gott høvi at tosa um ymisk mál av felags áhuga, har partarnir kunnaðu hvønn annan um viðurskifti hjá hvørjum øðrum. Eitt nú hevði ferðavinnan stóran áhuga.