Íslendska stjórnin sera tepran meiriluta

Hevði altingsval verið í Íslandi nú, hevði stjórnin vunnið, men sigurin hevði verið sera tepur. Sambært einari nýggjari meiningakanning høvdu stjórnarflokkarnir fingið júst 50 prosent av atkvøðunum. Tað hevði givið teimum 32 av teimum 63 sessunum í Altinginum.

Tann stóri andstøðuflokkurin, Sjálfstæðisflokkurinn, hevði verið tann stóri vinnarin og hevði fingið seks tingmenn afturat.

Teir báðir stjórnarflokkarnir, Samfylkingion og VG, høvdu fingið ávikavist 30,8 og 19,2 prosent. Hjá VG er talan um 2,5 prosentstig minni enn á seinasta vali.