Íslendsk fotoframsýning við bygdamyndum

Framsýning av ljósmyndum, sum íslendingar hava tikið í Føroyum, verður í Norðurlandahúsinum 22. februar-15. mars 2009. Framsýningin letur upp sunnudagin kl. 16. Bygd: Tað ið eygað ikki sær.. er heiti á framsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16:00. 10 limir úr ljósmyndafelagnum Fókus í Íslandi sýna fram úrslit av ljósmyndaferð til Føroya á vári 2007. Teimum dámdi væl bygdirnar og lívið í Føroyum, sum yvirskriftin á framsýningini eisini vísir.

Í tíðindatilfarinum, sum tey hava framleitt í sambandi við framsýningina, siga tey, at eitt tað fyrsta, ein gestur í Føroyum leggur merki til, er serkendi byggisiðurin í bygdini, sum er ein óvæntað gleði. Við fjallarøturnar tyrpast húsini saman við bryggju og neyst. Bátarnir søkja inn móti bygdini. Himmal og hav eru karmur um leikpallin. Yvir hesari mynd hvílir friður ið aldur lívsins støðugt tutla og gera livandi.

Tað, ið eygað ikki sær og oyrað ikki hoyrir, tað virkir ikki hjartað, sigur eitt føroyskt orðatak. Men tá sansurin hjá gestinum lagast at umhvørvinum, varnast hann meira.

Hóast lívið er friðarligt í bygdini síggjast menn vala um bát ella hús og børn spæla sær. Her er ongin skundur, íbúgvarnir hava nóg nógva tíð til at tosa saman, tá teir hittast og til at tosa við gestin. Kettan heldur eyga við lívinum, meðan róðrarbáturin verður tikin upp eftir venjing og klæðini hongd á snórin.

Fastir siðir og gamalt handalag eru heiðrað og gesturin leggur merki til, hvussu stóran lut sjálvbjargnishúsarhald hevði, og hevur í samfelagnum. Hetta sæst millum annað av fiski, sum hongur at turka, tøtlandi aligæsum, seyði í seyðahúsi og bátum við bryggju.