Ein maður, sum hevur verið ákærdur fyri at hótta við at sorla og knúsa ein politist sundur, sleppur nú undan at fara í geglið.
Tá ið ein politistur eitt kvøld herfyri fór á ein bústað í Havn í einum rættiliga meinaleysum ørindi at fáa fatur á einum telefonnummarið á einum bilførara, sum varð tikin kvøldið fyri, fyri at hava koyrt við ongum koyrikorti, endaði tað við hørðum orðadrátti ímillum politistin og mannin í húsunum.
Sum vit skrivaðu í Sosialinum síðsta hósdag, bleiv tað so heitt, at maðurin varð ákærdur fyri at hava hótt við at sorla og knúsa politistin sundur.
Hinvegin siga bæði maðurin sjálvur og onnur húsfólk hjá honum, at tað var politisturin, sum var bæði frekur og ófólkaligur.
Ákærin heldur, at talan er um so mikið álvarsligt mál, at maðurin eigur at fáa fongsulsrevsing í 20-30 dagar, men verjin hjá honum krevur frídøming og í ringasta føri, at hann skal sletta undan at sita.
Verjin heldur, at politisturin hevur handfarið málið illa, tí ørindini hevði so lítið upp á seg, at hann átti ikki at latið støðuna ment seg til slíkan orðadrátt. Hann vísti eisini til, at vitni ikki minnast nakað til hóttanir um at knúsa og sorla.
Eftir at dómarin hevur tugt málið í eina viku, kunngjørdi hann sína niðurstøðu á miðdegi í gjár.
Og niðurstøðan er, at maðurin sleppur undan at sita. Men heilt ósekan heldur dómaran kortini ikki mannin vera, tí hann varð dømdur 30 dagar treytaða fongsulsrevsing við eini royndartíð upp á tvey ár. Tað merkir, at ger hann nakað annað ólóglig hesi bæði næstu árini, verður hesin dómurin tikin upp aftur og so skal hann eisini í geglið fyri hesa ákæruna.