Slapp ikki at síggja landsdystin lidnan

Ein útlendingur varð vístur av Tórsvølli í gjárkvøldið

Slapp ikki at síggja landsdystin lidnan

 

Ein útlendingur varð vístur av Tórsvølli í gjárkvøldið

 

Ein útlendingur, ein sveisari, sum var komin til Føroya at síggja landsdystin á Tórsvølli ímillum Føroyar og Sveis, slapp ikki at síggja dystin lidnan.

 

Løgreglan sigur, at hann dugdi sær ikki hógv og mitt í seinna hálvleiki royndi hann at seta eld á eina pappeskju.

 

Vaktirnir varnaðust tilburðin og løgreglan sigur, at støðan var eitt sindur hóttandi í tí sveisisku leguni eina løtu. Men tað vístu seg, at hinir sveisararnir tóku frástøðu frá manninum og tað endaði við, at hann var burturvístur.

 

Annars sigur løgreglan, at tað var serstakliga friðarligt í sambandi við dystin, serliga tá ið hugsað var um, at tað var nógv fólk, gott veður og nógv øl allastaðni.

 

Annars varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í nátt. Hann var steðgaður í vanliga eftirlitinum hjá løgreglan og tá ið hann blásti vísti alkomátarin meiri enn gott var og tískil varð hann førdur til lækna, har blóðroynd varð tikin, sigur løgreglan