Ísland vil hava Xiaobo úr fongslinum

Altingið í Íslandi vil hava kinesisku myndugleikarnar at lata andstøðingin Liu Xiaobo leysan. Somu áheitan hevur stjórnin í Beijing fingið frá fleiri øðrum londum. Altingið viðgjørdi málið í gjár. Teir 32 tinglimirnir, sum vóru á fundinum, atkvøddu allir fyri áheitanina á kinesisku myndugleikarnar.

Samstundis segði Altingið seg fegnast um, at Liu Xiaobo hevur fingið ársins Nobel-friðarheiðursløn.

Liu Xiaobo hevur fingið ellivu ára fongsul fyri landsfíggindaligt virksemi, og kinesisku myndugleikarnir eru sera misnøgdir við, at norska Nobel-nevndin valdi at lata honum ársins friðarheiðursløn.