Skulu gjalda 75% í skatti

Sosialistiska forsetavalevnið í Fraklandi, Francois Hollande, sigur, at vinnur hann valið, ætlar hann sær at virka fyri, at fólk, sum forvinna meiri enn eina millión evrur um árið, skulu gjalda 75 prosent í skatti.

Boðini, sum komu á einari landbúnaðarframsýning í dag, komu eitt sindur óvart á fólk, tí einki stendur um hetta í valskránni hjá Hollande. Hann legði afturat, at eftir hansara tykki liggur ein ávísur føðilandsalskur í tí at rinda nógvan skatt fyri at fáa samfelagið aftur á beint.

-Tað boðar eisini frá samhaldsfesti, segði Francois Hollande (myndin) sambært bretska blaðnum Daily Telegraph.