Skuldi selja rúsevnini fyri smuglaran

Hetta er sjeyndu ferð, at 41 ára gamli maðurin verður dømdur fyri brot á lógina um euforiserandi evni

8 mánaðir fongsulsrevsing var tað, ein 41 ára gamal maður fekk burtur úr at fjastast ov nógv við rúsevnum.

 

Maðurin møtti í farnu viku í Føroya rætti, ákærdur fyri at hava háða eina løgreglukvinnu, at hava havt hassjplantur heima við hús og fyri at hava biðið ein annan smugla hassj fyri seg, sum ákærdi skuldi selja víðari.

 

Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærunum.

 

Ákærdi hevur ofta verið í hóslag við løgregluna fyrr og tí helt hann sjálvur, at tað minti um forfylging, tá hann varð steðgaður í eini grein 19 kanning á heysti 2014. Hann vildi vera við, at løgreglan einans var úti eftir honum og segði nøkur minni væl vald orð við løgreglukvinnuna, sum steðgaði bilinum, hann sat í.

 

Hassjplanturnar heima hjá manninum vóru uppdagaðar mest sum av tilvild. Maðurin skuldi inn at sita ein dóm, men møtti ikki upp. Tí varð løgreglan boðsend at handtaka hann og føra hann í geglið og fáa hann inn at sita. Løgreglan fann mannin í einum húsum vesturi í Vágunum og eftir at hava hildið eyga við manninum eina tíð, varð maðurin handtikin. Inni í húsunum fann løgreglan níggju hassjplantur.

 

Triðja ákæran móti manninum er frá apríl mánaði í ár. Tá varð ein dani steðgaður vesturi á flogvøllinum, undir illgruna fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya. Rætt var. Innvortis hevði maðurin 200 gramm av hassji, umframt at hann hevði smærri nøgdir av harðari rúsevnum eisini.

 

Danin greiddi frá, at hann varð komin til Føroya og skuldi búgva hjá ákærda. Tað var ákærdi, sum hevði spurt, um hann kundi hava rúsevni við sær, tá hann kom. Á telefonini hjá dananum fann løgreglan fram til samskifti millum danan og ákærda, sum eisini vísti, at teir høvdu tosað saman um at smugla rúsevni til Føroya.

 

Ákærdi hevði greitt dananum frá, hvussu høgir prísirnir á hassji vóru í Føroyum, og at ákærdi uttan trupulleikar kundi selja eini 200 gram upp á eina viku, tí hann hevði so stórt netverk.

 

Ákærdi vildi vera við, at meðan hann væntaði, at danin fór at hava rúsevni við sær, so hevði hann á ongan hátt eggjað honum til tað. Danin greiddi hinvegin frá, at uttan ákærda hevði tað verið ómøguligt hjá honum at sloppið av við hassjið.

 

Maðurin er seks ferðir fyrr dømdur fyri brot á lógina um euforiserandi evni, bæði fyri at hava smuglað hassj og harðari rúsevni og fyri at hava skunkplantur. Í apríl 2014 fekk maðurin 10 mánaðir fongsulsrevsing fyri at hava dyrka hassj og at hava smuglað rúsevni. Hann sat teir sjey mánaðirnar, men slapp so út aftur. Seinastu tríggir mánaðirnir blivu gjørdir treytaðir.

 

Teir tríggjar mánaðirnar hevur dómarin valt at taka upp í dómin hesa ferð. Maðurin verður tí revsaður við tilsamans átta mánaðum treytaleysari fongsulsrevsing.