Skipafelagið Føroyar økir um virksemið

Skipafelagið Føroyar fer í næstum at lata eina deild upp afturat. Hetta verður tó ikki her heima á klettunum, men í Stórabretlandi.
Hetta verður gjørt fyri at bøta um tænastuna til inn- og útflytararnar. Skipafelagið Føroyar hevur nevnliga eina miðvísa ætlan um at hækka tænastustøðið enn meira, og hetta verður ein liður í hesi ætlan.
Á Skipafelagnum siga teir, at Stórabretland er næststørsta keyparaland av føroyskum vørum, umframt at fitt av góðsi verður innflutt úr Stórabretlandi til Føroya.
Við at hava egið fólk á staðnum, metir Skipafelagið Føroyar, at teir betur kunnu avgreiða ymsu málini í sambandi við flutningin til og úr Stórabretlandi.