Sum gongdin hevur verið hettar seinasta árið, so kann ikki sigast annað enn, at eg havi bert bíðað eftir, hvat næsta stigið hjá Helenu Dam á Neystabø fór at verða.
At tað júst er Javnaðarflokkurin, eftir at hon seinasta vár misti høvdið sum landsstýriskvinna, orsakað av næstan beinleiðis forfylging frá tingumboðum Javnaðarfloksins, sigur ikki so lítið um, hvussu ein kann selja seg sjálvan.
Tað skerst ikki burtur, at tann mátin, hon hevur ført seg fram, serliga eftir at hon trekti seg sum formansvalevni í november í fjør, so skuldi ein næstan trúð, at hon heldur seg verða eitt slag av "martyr" og hava ikki so fá sjálvstýrisfólk hoppa uppá hennara sjónleikarevnir.
Eg sum eitt av umboðunum fyri Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, og sum alla tíðina havi verið sera tætt uppá tað, ið er farið fram, kann ikki annað enn undrast yvir, at fólk, ið hava hoyrt til flokkin næstan alt sítt lív, ikki hava fingið eyguni upp fyri hesum sjónleiki.
At Sjálvstýrisflokkurin fekk nýggjan bygna var einans tí, at hon kom til mín, og bað meg saman við lokalfelagnum í Suðurstreym gera uppskot til nýggjan bygna, har flokkurin fekk ein formann, á sama hátt sum eitt nú Javnaðarflokkurin, og at hesin formaður eisini skuldi gerast løgmansevni floksins.
Tá vit høvdu gjørt uppskot til bygnaðarbroytingar, varð uppskotið lagt fram á landsfundi í Eysturoy, har tað varð beint í nevnd, og í desember í 2000 varð uppskotið endaliga samtykt á landsfundi í Havn.
Tá spurningurin um, hvussu ofta formansval skuldi verða, var til viðgerðar, var størsta undirtøkan fyri, at formansval skuldi verða á hvørjum ári. Grundgevingarnar frá teimum ymisku valdømunum var, at tað vildi gera landsfundin meiri áhugaðan.
Nú Sámal Petur í Grund bjóðaði Helenu av aftur til formansvalið seinasta heyst, so kann ikki loynast, at orsøkin til, at hon trekti seg var, at hon visti, at hon fór ikki at vinna formansvalið, tí at hon kundi bert fáa váttan frá Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag um stuðul til formansvalið.
At landsnevndarumboð fyri hini valdømini síðani fóru út í panikk, fyri at royna at bjarga henni sum formanni, tað skal eg ikki koma inn á hesu ferð.
Floksleiðslan í Sjálvstýrisflokkinum fór enntá so langt, at Helenu stóð í boði at gerast framsøgufólk floksins, men svaraði hon aftur við at siga seg úr flokkinum.
Tá Helena ringdi til mín og boðaði frá, at hon fór úr flokkinum, so spurdi eg sjálvandi um orsøkina, og segði hon mær, at tað var tí, at hon kundi bert fáa boðið tað næstbesta frá flokkinum, og at tað var ikki gott nokk.
Tá Helena førir seg fram sum »martyr«, so kundi eg hugsað mær at vita, um hon heldur, at vit sum hava verið vitnir til alt tað, ið er farið fram, framhaldandi skulu tiga og lata hana boltra sær í støðuni, hon sjálv hevur ført seg út í.
Tað skerst ikki burtur, at hon er fallin fyri egnum uppskoti, og tá hon fór úr Sjálvstýrisflokkinum, tí at henni bert stóð tað næstbesta í boði, so man Javnaðarflokkurin hava boðið henni tað besta.
At enda ein heilsa til øll tey mongu, ið halda at Sjálvstýrisflokkurin er liðugur sum flokkur: Ikki trúgvi eg, at øll tey mongu sjálvstýrisfólk, ið øll hesi ár hava stuðlað flokkin fyri hugsjónina, flokkurin stendur fyri, fara at venda flokkinum bakið av hesum, ið er farið fram. Vit skulu minnast til, at flokkurin er ikki stovnaður av ónøgdum limum úr øðrum flokkum, men kann hettar, ið er hent í okkara flokki ikki annað enn verða til ávaring um, hvussu vandmikið tað er at taka ein og hvønn uppá listan, serliga teir ónøgdu limirnar aðra staðni frá.