Skótafløga við teimum kendu sangunum

Teir seinastu mánaðirnar hava KFUM-skótarnir í Føroyum arbeitt við einari fløgu við skótasangum. Henda fløgan er nú loksins liðug og kemur í sølubúðirnar fyrst í desembur mánaði.

Skótar: Nýggja fløgan eitur "Skótar vit eru" og inniheldur 12 sangir.
Hesir sangirnir eru allir vælkendir skótasangir, m.a. Jákup vaknar í tjaldinum, Ging gang gooli, Tess meir vit eru í felag, Brekkulegusangurin, Úlvasangurin, Nú flúgva myrkurs fuglar út og aðrir.
Sangirnir eru sungnir av ungum skótum frá ymiskum skótabólkum kring oyggjarnar, og setur hetta ein heilt serligan dám á fløguna.
Birgir I. Sigurðsson, ið m.a. er kendur frá tónleikabólkinum I AM, luttekur somuleiðis á fleiri sangum.
Tónleikurin er lagdur til rættis av tí navnframa Hans Poulsen, ið eftirhondini er vorðin eitt kent navn í Føroyum.
Fløgan er ætlað sum ein barna- og ungdómsfløga, og kanska serliga teimum ið eru skótar, hava verið skótar og teimum ið hava áhuga í skótarørsluni.
Sum sagt eru 12 sangir á fløguni, men hesir sangirnir eru í tveimum útgávum: Ein útgáva við røddum og ein uttan. Tvs. at lurtarin hevur møguleika at læra seg sangirnar og sjálvur syngja røddirnar. Hetta er kent sum kareoke uttanlands og er tað sera umtókt.
Tey fyrstu 300 ið keypa fløguna í sølubúðunum fáa umframt fløguna, eisini eina plakat og klisturmerkir við í keypinum.