Tann elsti parturin av skúlanum í Fuglafirði skal umvælast sum skjótast, tí serfrøðingar hava staðfest, at ein skúlastova er illa fongd við soppi Hinvegin vístu kanningarnar eisini, at hinar stovurnar og hava so at siga ongan sopp, skrivar Kringvarp.fo. Fuglafjarðar skúli hevur leingi ætlað at umvæla eldru partarnar av skúlabygninginum. Øll vindeygu verða skift, og leitað verður eftir lekum, sum kunnu hava verið atvoldin til soppavøksturin. Stovan, ið er fongd við soppi, skal ikki takast í nýtslu aftur, fyrr enn vissa er fingin fyri, at viðurskiftini aftur eru í lagi, hevur Fuglafjarðar kommuna gjørt greitt.