Ein skúlaflokkur á Tvøroyri hevur fingið ein einastandandi tilboð.
Tey eru spurd, um tey vilja umboða Føroyar á eini norðurlendskari barnaráðstevnu, sum verður í Noregi í summar.
Og tey hava tikið av.
Tað er 5. flokkur í skúlanum í Trongisvági, sum skal verja føroysku litirnar á ráðstevnuni, sum verður í Haraldsvangen í Hurdal í Noregi frá 18. til 23. mai.
Hetta er eitt pláss beint norðanfyri høvuðsstaðin Oslo.
Endamálið við ráðstevnuni er, at børn úr ymsum norðurlondum, skulu fáa eitt sindur at vita um, hvussu børn í øðrum norðurlondum liva, hvørjar frítíðarmøguleikar, tey hava, hvørjar møguleikar, tey hava at íðka ítrótt.
Tey skulu eisini tosa um ítrótt, umframt at tey sjálvandi sleppa at royna seg í ítrótti, spæli og frítíðarlívi
Sum tað skilst, verður størsti denturin á barnaráðstevnuni á ítrótt, spæl og ymisk annað stuttligt.
Tey sleppa at rógva í kano, sigla, ganga túrar í skóginum o.a.
Tað verður skipað fyri kunningarrenning, ymsum bóltspølum, m.a. fótbólti og hokkey og øðrum ítrótti, t.d. judo, akrobatikk.
Men tað verður ikki bara spæl og gangur og levint, tí tað verða eisini ráðstevnur, bólkaarbeiði og fundir um ymisk evni.
Skúlabørnini skulu gista í smáttum við plássi fyri 6-8 børnum í hvørjari.
Skal arbeiðast hart
Tey 22 børnini í 5. flokki í Trongisvági fáa óivað eitt upplivilsi fyri lívið.
Men áðrenn tað kemur so langt, liggur eitt hart arbeiði fyri stavn, Tí ferðin er ómetaliga dýr.
Ein av lærarunum hjá 5. flokki, Jens Johannesen, sigur, at leyðsliga mett kostar ferðin onkustaðni ímillum 100.000-120.000 krónur.
Og tað er nógvur peningur hjá einum 5. flokki at savna saman, tí tey hava bara tveir mánaðir at gera tað í.
Hann er tí greiður yvir, at tað gerst ikki uttan dyggan stuðul frá kommunu, stovnum og feløgum, foreldrum og fólki sum heild.