Tað gongur strúkandi hjá næstbesta liðnum hjá skálamonnum. Eftir at tað leingi var soltið, og dagsskráin snúði seg um at arbeiða fyri at vera røttu megin niðurflytingarstrikuna, so er tað síðstu ferðirnar rættiliga gloppið.
Eftir heimasigrar ímóti NSÍ og B68, sum bæði eru við í kappingini um heiðursmerkini, átti Skála í dag útivøll í oyggjauppgerð ímóti Víkingi í Leirvík.
Heimaliðið legði bragdligari fyri, og Finnbjørn Hansen legði Víking framum, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. 1-0 leiðslan helt til hálvleik, og tað var ikki fyrr enn tað manglaðu tjúgu minuttir, at Skála svaraði aftur.
Kristian Martin Jakobsen javnaði til 1-1, og sjey minuttir fyri leiklok skoraði Jannik M. Olsen sigursmálið.
Skálaliðið var væl mannað, tí fleiri, sum hava spælt á besta liðnum, vóru millum teir fyrstu ellivu. Umframt Jannik M. Olsen vóru Jákup Johansen og Haraldur R. Højgaard á liðnum. Haraldur varð undan kappingarbyrjan roknaður sum ein av góðu miðvallaranum hjá Skála. Orsaka av skaða hevur hann spælt millum lítið og einki, men nú tykist hann at vera komin fyri seg aftur.
Úrslitið ber við sær, at Skála nú er seks stig omanfyri niðurflytingarplássið, og at Skála nú er á sjeynda plássi – eitt stig frammanfyri HB.
Víkingur hevur 22 stig og verður í summarsteðginum í hvussu so er átta stig og kanska fleiri enn so frá bronsuplássinum. Harvið verður Víkingur ikki nøkur forðan fyri, at tvey lið kunnu flyta upp.