Skøkjur skulu í fakfelag

Størsta fakfelagið í Evropa, tað týska ver.dis, bjóðar nú skjøkjum at gerast limir í felagnum.

Felagið fór í gjár undir eitt átak, sum skal fáa skøkjur at melda seg sum limir. Afturfyri fáa tær tilboð um hjálp í skattamálum, sakførarahjálp og eitt tilboð um eina heilsukanning. Sambært ver.dis enda nógvar skøkjur í trupulleikum við teir almennu myndugleikarnar, tí tær vita ov lítið um galdandi reglur, ella tí tær fáa ikki ta neyðugu vegleiðingina. Vórtu tær limir í fakfelagnum, høvdu tær staðið munandi sterkari, sigur felagið.

Tað eru kortini ikki allir týskarar, sum eru líka fegnir um átakið hjá fakfelagnum. Tey atfinningarsomu halda, at við átakinum viðurkennir fakfelagið skøkjulevnað sum eitt lógligt yrki, meðan onnur halda átakið vera eitt tekin um veikleika, og at ver.dis bara roynior at útvega sær fleiri limir.