Skíggjar í songini órógva svøvnin

Børn, sum hava ein skíggja frammanfyri sær í songini, tá ið tey tørna inn, sova bæði verri og minni.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum er kunngjørd í American Medical Association. Talan er um sonevna meta-gransking, har granskarar hava savnað upplýsingar úr ymiskum kanningum. Fleiri enn 125.000 børn og ung í aldrinum 10 til 18 ár vóru við í kanningini.

Niðurstøðan í kanningini er, at børn, sum hava eitt nú fartelefon ella iPad við í songina og hyggja í eina skíggja, áðrenn tey leggja seg at sova, hava stóran møguleika fyri at sova ov lítið samanborið við børn uttan skíggjar í songini.

Ofta sova hesi børn og ung eisini verri, og tað ger tey troytt í skúlanum og kann ávirka teirra læring, vísir kanningin.