Sjónvarpið sprongdist

Jan Falkenberg, sum býr í Torkilsgøtu nummar eitt, varð sjálvsagt skelkaður av hendingini. Í húsunum hjá honum og familjuni fóru vaskimaskinan, mikroovnurin, tvey sjónvørp, kassin til breiðbandið, hátalararnir til telduna, tráðleysu telefonirnar og vekjaraklokkan við útvarpi:
 
- Eg var til arbeiðis, tá brekið við streymveitingini fór fram. Sonurin ringdi alt fyri eitt til mín og segði óttafullur: Babba, sjónvarpið er eksploderað, og nógvur roykur kemur úr tí. Eg skundaði mær sjálvandi niðan beinanvegin, men tá var tíbetur alt longu sløknað, sigur Jan Falkenberg og staðfestir, at brendaroykurin fylti alt húsið.
 
- Eg sløkti í stundini málaran og ringdi til SEV. Tá fekk eg at vita, at tað ikki bert var hjá okkum, at næstan øll húsarhaldstólini vóru oyðiløgd, sigur Jan Falkenberg, sum vónar, at hetta ikki fer at henda aftur:
 
- Vit vórðu sjálvandi øll skelkað av hendingini, men serliga varð yngri sonurin bangin og tordi ikki at vera inni fyrstu dagarnar.