Barbro Sundback er tann kvinnan, ið hevur drúgvastu royndirnar í álendskum politikki. Hon er útbúgvin sálarfrøðingur og er orðførari í álendska stovninum Fredsinstitut, har tey arbeiða eitt nú við gransking innan sjálvstýri, trygdarpolitikk, minnilutaspurningar og - mentanir.
Um vikuskiftið hevur hon tikið lut í Norðurlendsku Javnstøðuráðstevnuni, sum Norðurlendska Ráðharraráðið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum, bæði sum áhoyrari og sum fyrilestrarhaldari um evnið "kyn og mál".
- Samanbera vit Áland, Føroyar og Grønland síggja vit, at støðan viðvíkjandi javnstøðu millum kynini er nógv øðrvísi enn í teim stóru norðurlondunum. Og hvør er orsøkin til tað? Vit kunnu seta spurnartekin við, um kvinnur í smátjóðunum hava somu atgongd til politikk og vald sum menn í mun til størru tjóðirnar. Hevur lutfallið millum kynini nakran týdning fyri politikk, hevði politikkurin í Føroyum verið øðrvísi um 4 menn og 28 kvinnur sótu í Løgtinginum til dømis, sigur Barbro Sundback.
Í álendska tinginum er støðan frægari viðvíkjandi kvinnuumboðan enn í tí føroyska, har eru 30 tinglimir, harav 7 eru konufólk.
- Umboðan er eitt, men spurningurin er, hvørjar resursir javnstøðuarbeiðið hevur. Eru lógir, nevndir, ráð, og ikki minst pengar, sum serstakliga stuðla kvinnunum, til taks, soleiðis at kvinnur hava møguleika at taka lut í politikki, sigur Barbro Sundback.
Kynskvotering
Álendska javnstøðulógin varð samtykt miðskeiðis í áttatiárunum og hon minnir nógv um ta finsku. Umframt hevur tann álendska javnstøðulógin ásetingar, sum banna kynsdiskriminerandi lýsingar. Og tað er við fyrimynd úr teirri norsku javnstøðulógini.
- Við javnstøðulógini hava vit fingið kynskvotering og tað hevur ført við sær broytingar í álendska samfelagið. Í politiska kjakinum og yvirhøvur í samfelagskjakinum eru allir politikarar nú noyddir til at taka javnstøðuspurningin við. Tað er ikki longur góðtikið at hava ein politiskan flokk við bara monnum, ei heldur eina stevnuskrá, har javnstøðuspurningurin ikki stendur ovaliga. Javnstøða á Álandi verður nú fatað sum ein demokratiskur spurningur. Sjálvandi eru sjónarmiðini ymisk, men spurningurin um javnstøðu stendur ovaliga í politiska kjakinum, sigur Barbro Sundback.
Í álendskum kommunalpolitikki eru nógvir kvinnuligir leiðarar.
- Ein positiv tulking av, hví so nógvar kvinnur taka lut í kommunalpolitikki er, at kvinnur verða stuðlaðar í at taka við valdi. Ein onnur tulking er, at kommunalpolitikkur er ikki nóg áhugaverdur hja monnum at takast við og tí geva teir konufólki pláss at sleppa framat.
- At kvinnupolitikarar halda fyrr upp at í politikki enn menn er tí, at tær verða gjørdar ósjónligar av mannfólki og í fjølmiðlunum og so óbeinleiðis trýstar út. Kvinnur við valdi hava lyndi til at verða kynsuttanveltaðar, hvørki kvinnur og menn vilja hava nakað við tær at gera.
- Fjølmiðlarnir fara við konufólki sum ein bólkur og við mannfólki sum einstaklingar. Alt sum menn gera er alment virðismikið og hevur tíðindavirði, meðan tað er øvugt við tí, konufólk havast at. Tá ið kvinnur aldri síggja kvinnur í fjølmiðlunum og tað sum tær gera verður mett at vera nakað, hvat skulu tær so halda. Tað er ikki uppgávan hjá fjølmiðlunum at endurspegla valdsbýtið, teir eiga heldur at vísa á tað, sum ikki sæst aftur, sigur Barbro Sundback.
Nógv ósvarað
Hóast javnstøða millum kynini er nógv natúrligari í Álandi enn í Føroyum og at fleiri kvinnur taka lut bæði í kommunal- og landspolitikki har enn í Føroyum, heldur Barbro Sundback, at nógv felagseyðkenni eru í spurninginum um javnstøðu í hesum báðum smátjóðunum.
- Spurningurin um sjálvstýri eyðkennir spurningin um javnstøðu framum um onnur politisk mál. Taka vit javnstøðuspurningin sum eitt samfelagsmál, so er tað eisini uppgávan hjá mannfólki at vera við at javna ójavnan. Men spurningurin um valdsbýtið verður alla tíðina til ein spurningur millum Áland og Helsingfors eins og her millum Føroyar og Danmark. Sum eitt yvirornað prinsipp, meðan alt annað hevur minni týdning. Og tað er jú heilt skeivt. Í mínum hugaheimi er sjálvstýri eitt instrument fyri fáa økt fólkaræði, meiri javnstøðu, betri umhvørvispolitikk, betri mentunarlív og so framvegis. Sjálvstýri er tí ikki eitt mál í sjálvum sær. Tað er skelkandi at hoyra, at í Føroyum er eingin lóg sum tryggjar kvinnum í móðurskapinum. Tað merkir jú, at føroyskar kvinnur aldri verða fíggjarliga sjálvbjargnar. Í kjakinum um føroyskt fullveldi er ilt at fáa eyga á, hvørjar broytingar ítøkiliga koma í. Hvussu verða rættindini hjá borgarunum tryggjað, og hvaðani skulu pengarnir koma til at varðveita vælferðarsamfelagið, tá ið tit hava fingið fullveldið. Hetta eru alt ósvaraðir spurningar.
- Og har eru tað serliga kvinnurnar, sum eru í vanda, tá ið tær ikki hava nøkur lógartryggjað rættindi. Var støðan hjá føroyskum kvinnum øðrvísi, høvdu tær hesi natúrligu rættindi og høvdu tær verið betri umboðaðar í politikki, hevði støðan verið ein heilt onnur. Kvinnur kunnu ikki taka lut í politikki ella vinnulívi, um samfelagið ikki tryggjar teimum, at børnini verða ansað og at onkur tekur sær av teim gomlu. Í teim stóru norðurlondunum eru kvinnur komnar til vald og út á arbeiðsmarknaðin, tí tær hava lógartryggjað rættindi, og tær eru komnar fyri at verða. Politikarar, ið hótta hesa støðuna, verða ikki valdir inn aftur á ting, sigur Barbro Sundback.
Fyrimynd
Ríkisrættarliga støðan á Álandi er heilt øðrvísi enn í Føroyum, ístaðin fyri at fáa pengar úr Finnlandi, rinda álendingar finnum pengar.
- Vit hava ein heilt annan bygnað í okkara sjálvstýri. Okkara sjálvstýri byggir á altjóða rætt og øll okkara sambond við Finnland byggja á lóggeving og pragmatiskar samráðingar. Løgfrøðiliga eru vit á jøvnum føti við Finnland. Álendska sjálvstýrið er ein fyrimynd hjá øðrum. Føroyingar áttu at hugt nærri at, hvussu álendska sjálvstýrið og onnur sjálvstýri í ES eru hættað. Í eini prosess, sum Føroyar nú eru í, finnast altíð tjóðskaparfólk, sum siga, at loysing er tað einasta rætta. Veruleikin er jú, at heimurin minkar og vit verða meiri og meiri bundin av hvørjum øðrum. At verða eitt fullveldi krevur førleika innan so ótrúliga nógv øki og tað er í sjálvum sær ógvuliga krevjandi fyri eina lítla tjóð. Fyri mær sýnist henda loysingarrørslan at vera ein sálarfrøðilig og politisk mekanisma fyri at koma burtur úr djúpu kreppuni, sigur Barbro Sundback.










