Sjáldsama lýtt í Noregi

Tað er ikki bara í Føroyum, at tað hevur verið lýtt seinastu dagarnar. Ja, í onkrum plássum hevur tað verið sum í Suðurlondum.

Í Noregi hevur tað verið so lýtt hesa vikuna, at fólk vita ikki um slíka lýkku í november mánað fyrr. Í Tafjord í Sunnmøre máldu tey heili 21,8 stig hósdagin, og so nógvur hiti er ikki máldur í Noregi, síðani hitamátingarnar byrjaðu í 19. øld. Metið frammanundan var frá 1884, tá 18,5 stig vórðu mátað í Sunndalsøra. Tað sigur ikki so lítið um tann nógva hitan, at vanliga liggur meðalhitin í Tafjord um fimm stig í november, skrivar Dagsavisen.

Eisini í høvuðsstaðnum Oslo kundu fólk fegnast um lýtt veður. Har vóru sjey stig hósdagin. Meðalhitin í Oslo í november plagar annars at vera trý stig.