Sjúklingar skulu hava betri upplýsingar

Lógin eigur at verða broytt soleiðis at sjúklingar skulu kunna fáa allar upplýsingarnir, sum standa um teir í nýggju talgiltu heilsuskipanini, THS. Tað heldur Dáturáðið.

Í hesum sambandi hugsar Ráðið serliga um, at sjúklingar skulu hava rætt til at fáa at vita, hvør hevur hugt í journalina hjá teimum í talgiltu heilsuskipanini.

Hendan rættin hava sjúklingar ikki í løtuni!

Hesa niðurstøðu er Dáturáðið komið til, eftir at Heilsumálaráðið hevur biðið Dátueftirlitið taka støðu til um sjúklingur kann krevja innlit sín egna logg í talgiltu heilsuskipanini fyri at síggja akkurát hvør hevur verið hugt í journalin.

Men Dátueftirlitið helt spurningin verða so prinsipiellan, at tað legði hann fyri Dáturáðið til viðgerðar.

Niðurstøðan hjá Dáturáðnum er, at hesar upplýsingarnar hava sjúklingar ikki rætt til.

- Hóast sjúklingar hava rætt til at fáa innlit í, hvaðani upplýsingarnar eru útvegaðar, merkir tað ikki, at hann eisini kann krevja at fáa avrit av øllum logginum.

Dáturáðið metir, at tað er sera ivasamt um loggupplýsingar, sum vísa, hvør hevur hugt í ein journal, kunnu sigast at vera ?upplýsingar um ein sjálvan.

Ráðið metir hinvegin, at lógin eigur at verða broytt, so at sjúklingar eisini kunnu fáa innlit í sínar egnar loggupplýsingar í heilsuverkinum.

Dáturáðið fer nú at senda Løgmansskrivstovuni, Innlendismálaráðnum og Heilsumálaráðnum eina um at fáa hesi viðurskifti ásett við lóg.