Silvurdrongurin er ársins nýggja navn

Silvurdrongur er Ársins nýggja navn í føroyskum tónleiki. Tað bleiv avdúkað í Norðurlandahúsinum fyri løtu síðan.


Høvuðsmaður aftanfyri Silvurdrongin er ungi yrkjarin og sangskrivarin Trygvi Danielsen, ið nú kann fegnast um næstu stóru viðurkenningina innan nakrar fáar vikur. Í síðsta mánað vann hann nevniliga føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin 111 góðir dagar og nú kann hann so fegnast um at hava vunnið sína fyrsta FMA-virðisløn við bólkinum Silvurdrongur.


Silvurdrongur hevur í ár gjørt vart við seg við fleiri minnigarríkum framførslum kring landið og hava latið úr hondum trý stakløg. Í bólkinum eru Trygvi Danielsen, Per Ingvald Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá


Hini sum vóru tilnevnd til virðislønina Ársins nýggja navn vóru Lea Kampmann, Dávur Birgisson, Asyllex, Son of Fortune og Bjarki Hansen.