Ein hópur av fólki hevði leitað sær í Skúlan við Ósánna í gjárkvøldið, tá ið bókin, Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð, ið Óli Olsen fyrrverandi sjómansskúlalærari hevur skrivað, varð løgd fram.
Fólk koma heilt av Sandi, úr Tórshavn og víða um úr Eysturoynni at lurta, tá ið greitt varð frá føroyskum træskipasmíði frá elstu tíð til okkara dagar.
17 Sangarar byrjaðu og gjørdu løtuna serliga hábærsliga við sínum frálíka sangi. Eisini vórðu sungnir tveir felagssangir.
Av tí at ummælarin, sum stóð á skránni, Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur, hevði fingið forfall, varð Tórður Mikkelsen, tíðindamaður, í skundi biðin um at taka sær av hesum leikluti. Hann hevði tó fingið so nógv skrivað tilfar frá Thormundi, at hann las hetta upp.
Thormund greiddi frá, hvussu hópin av gomlum myndum, sum savnaðar vórðu á Mest, gjørdust byrjanin til hesa bók, har Óli hevði valt at halda seg til træskipini.
Og í einum yvirlitið í bókini stendur, at frá 1900 til 1940 eru einir 250 motorbátar smíðaðir í Føroyum.
Óli greiddi frá savningararbeiði sínum til bókina – og legði afturat, at uttan mongu skilagóðu heimildarfólkini, hann hevði verið í sambandi við, hevði eingin bók verðið.
Myndirnar hevur Dávur Winther tikið. fleiri myndir frá tiltakinum síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER