Fiskivinna
Hvørt hevur sína vertíð, og kvotur seta sínar avmarkingar?
Á Havsbrún í Fuglafirði hevur eingin landing verið seinastu dagarnar, og á virkinum vænta tey ikki tann nógva aktivitetin tað, ið eftir er av hesum árinum.
Tey nógvu tonsini, sum fara um maskinurnar á virkinum gjøgnum árið, krevja tó ymiskt viðlíkahald, sum ikki er møguligt í vertíðini. Slíkt verður tí gjørt, meðan lítil og eingin fiskur kemur uppá land.
Á virkinum eru tey eisini í holt við at seta upp eina nýggja turku, eins og aðrar broytingar og umvælingar verða gjørdar í hesum døgum.