Nýggi nevndarformaðurin í SEV, Páll á Reynatúgvu, var millum mongu áhoyrararnar í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.
Hvussu verður við Íslandskaðalinum var ein av spurningunum, sum varð settur.
Hesin spurningur varð reistur í orðaskiftinum, sum tók seg upp aftaná framløgurnar um varandi orku í Miðlahúsinum í Havn í gjárkvøldið skrivar heimasíðan hjá SEV.
Bæði Jóhanna Olsen deildarleiðari á Umhvørvisstovuni og Hákun Djurhuus stjóri í SEV hildu hetta vera ein sera viðkomandi spurning.
- So leingi sum hesin kaðalin liggur og spøkir, darvar hetta viðgerðini av alternativum útbyggingarmøguleikum, segði Jóhanna Olsen, sum helt tað vera sera umráðandi at fáa greiði á hesum máli sum skjótast.
Hesum var Hákun Djurhuus samdur við henni í.
Hvat vil landsstýrið?
Hann metti, at málið liggur hjá landsstýrismanninum í orkumálum, Jóhan Dahl, og umsiting hansara - Fjarskiftiseftirlitinum og Vinnumálaráðnum.
Sambært nýggju elveitingarlógini, sum kom í gildi á nýggjárinum, hevur landsstýrið nú yvirskipaðu ábyrgdina av orkupolitikkinum í landinum og sostatt eisini spurninginum um, hvat henda skal við einum møguligum Íslandskaðali.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, setti ein arbeiðsbólk at kanna málið.
Í eini ávegis frágreiðing fyri einum góðum ári síðani kom ein meiriluti í bólkinum til ta niðurstøðu, at onki var til hindurs fyri at leggja ein sjókaðal úr Íslandi til Føroya, men at hetta fór at hava við sær stóra umskipan av orkuveitingini í Føroyum.
Allar hitaveitingar skiftast út
M.a. skal back-up skipanin hjá SEV byggjast munandi út, og øll hús í landinum skulu umskipa sínar hitaveitingar fyri at sum mest kann fáast burturúr hesi ovurhonds stóru íløgu. Eisini skal føroyska el-netið byggjast munandi út, samstundis sum framleiðsluverk skal byggjast á Eysturlandinum.
Meirilutin í arbeiðsbólkinum mælti landsstýrismanninum til at seta í verk meira umfatandi og neyvari kanningar av málinum, men síðani hevur lítið og onki verið at hoyrt um málið.
- Hetta er ørkymlandi, halda Jóahnna Olsen og Hákun Djurhuus, sum mæla politiska myndugleikanum til at fáa avgreitt hesi viðurskifti sum skjótast skrivar heimasiðan hjá SEV