Fuglakrím
Orsøkin til hesi tiltøk er, at sjúkan í juli/ august í ár er vorðin staðfest í Kasakstan og Ruslandi.
Fuglakrím hevur seinastu tvey árini verið og er framvegis orsøk til álvarsligar heilsuligar trupulleikar hjá bæði menniskjum og dýrum, serliga í landsynningspartinum av Asiu. Hildið verður, at ferðafuglar eru orsøkin til útbreiðsluna, sum røkkur yvir stór økir.
Vakið eygað
- Vit fylgja neyvt við gongdini kring um heimin og hava eitt vakið eygað við, um sjúkan nærkast fuglabølum og verpingarøkjum, haðani hugsandi er, at ferðafuglur kemur fram við í Danmark.
Í danska matvøruráðnum siga tey, at ein flokkur við villdunnum í danska býnum, Salling, varð avlívaður í september 2003. Hetta var av trygdarávum, tí staðfest var, at fuglurin var fongdur við tí, sum rópt verður "lavpatogen aviær influenza virus" av slagnum H5N7.
- Fuglarnir vórðu avlívaðir, tí vandi var fyri, at virusið kundi broytast til tað "højpatogena" slagið.
Matvørumálaráðið leggur tó dent á, at "højpatogen aviær influenza", sum fuglakrímið verður rópt, ongantíð er staðfest í Danmark.
Orðið "aviær" vísir til, at talan er um fuglar.
Kanningar í DK
Seinastu tvey árini hevur matvøruráðið gjørt kanningar av villum fugli í Danmark fyri at finna út av, um fuglurin kann vera fongdur við fuglakrími.
Bæði í 2003 og 2004 vórðu umleið 3000 ferðafuglar kannaðir hvørt árið, og her var í fyrsta lagi talan um dunnur og gæs.
- Kanningarnar staðfestu, at "lavpatogen aviær influenza" er vanlig í villum fuglum í Danmark, sigur matvøruráðið.
Sambært læknaligum keldum í Føroyum kann "lavpatogen
influensa" í prinsippinum umbroytast til "højpatogen influenza", sum fuglakrímið verður rópt, men sum skilst, veit eingin um, at hetta nakrantíð er hent.
Vísandi til kanningarnar í Danmark, hevur danska matvøruráðið sett nøkur tiltøk í verk, sum eitt nú snúgva seg um, at eftirlit verður í allari framleiðsluni av høsnarungum, har blóðroyndir verða tiknar í øllum høsnarungaflokkum. Eisini skulu frískir ferðafuglar kannast eins og fuglar, sum verða funnir deyðir við vøtn.
Danir fara eisini at seta í verk nýggjar reglur fyri aling av villdunnu, og reglur verða eisini gjørdar um, at høsn og dunnur skulu alast hvør sær.
Upplýsing
Matvøruráðið fer at senda út upplýsingartilfar um tiltøk, sum kunnu verja móti smittum, bæði um handilsliga aling av høsnarungum og dunnum, og har kríatúrini verða ald til egna nýtslu.
Í endanum av hesum mánaðinum fer matvøruráðið eisini at skipa fyri temadegi, har serfrøðingar á økinum og umboð fyri vinnulívsfelagsskapir verða við.