Seta ikki ferðina niður fyri at spara olju

Strandferðslan vísir páhaldinum aftur um, at tey hava sett ferðina niður á skipunum fyri at spara olju

- Tað er ikki rætt, at vit hava sett ferðina niður á skipunum fyri at spara olju.

 

Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, vísir staðiliga páhaldinum aftur um, at Strandferðslan hevur givið boð um, at skipini skulu sigla spakuligari fyri at spara olju.

 

Tað hevur annars gingið leysasøgur um tað. Men tað kom meiri tyngd í hetta páhaldið í Løgtinginum beint fyri jól.

 

Tá undraðist Brandur Sandoy, tingmaður, á tingsins røðarapalli, á, hví Teistin siglur so seint. Hann sigur, at tað er serliga hetta seinasta árið, at Teistin er farin at sigla seint.

 

Nú sigur hann, at hann hevur fingið at vita, at Strandferðslan hevur sett ferðina niður á skipunum fyri at spara olju.

 

Hann heldur eisini, at Strandferðslan dekan og ofta er farin av avlýsa túrar.

 

Fyrr avlýsti Strandferðslan, tá ið tað var illveður, nú avlýsir hon, tá ið hann sigur frá illveðri, sigur Brandur Sandoy.

 

Hansara páhald er, at Strandferðslan avlýsir oftari túrar nú enn fyrr.

 

Conrad Gaard Joensen sigur, at eingi slík boð eru farin frá Strandfersðluni til skipini.

 

- Hinvegin hava vit givið skipunum boð um, at tey skulu halda ferðaætlanina, sigur hann.

 

Tað merkir, at er streymur og veður til vildar, tekur skiparin kraft av motorunum fyri ikki at vera í havn langt áðrenn tíðina.

 

Conrad Gaard Joensen sigur, at tað er eingin meining í at sleppa fólki í land og at tey so skulu standa í landi og bíða eftir bussi.

 

- Tí hava skipini fingið boð um at laga siglingina soleiðis til, at skipini leggja til bryggju, tá ið tey skulu eftir ferðaætlanini.

 

Annars vísir hann á, at síðani Teistin fekk nýggjar motorar og nýggja stýriskipan, hevur hann ongan túr avlýst av tekniskum áðum.

 

Annars ásannar hann eisini, at Strandferðslan er farin at avlýsa túrar í góðari tíð.

Men hann sigur, at hetta er ein tænasta til ferðafólkið.

 

- Tá ið hann sigur frá ringum líkindum, royna vit altíð at avlýsa í so mikið góðari tíð, at fólk hava minst ein fart at leypa upp á.

 

- Tað merkir, at fólk, sum skulu avstað, skulu fáa høvi til at fara ein fart áðrenn upprunaliga ætlað. Vit halda, at tað er betri enn at avlýsa í síðstu løtu, so at tey ikki ligga veðurføst, sum skulu avstað.