Føroyingauppgerð var í týsku bundesliguni í kvøld.
Í Wonderino høllini í Kiel - frammanfyri 10.285 áskoðarum - tóku Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel móti Vilhelmi Poulsen og hansara liðfeløgum í Hannover-Burgdorf.
Dysturin endaði við javnleiki 29-29. August Pedersen javnaði fyri Hannover beint áðrenn hallarlúðurin ýldi á seinasta sinni. Í steðginum var Hannover á odda 16-14.
Elias var saman við Lukas Zerbe toppskjúti hjá Kiel. Teir skutu sjey mál hvør. Elias legði eisini upp til eitt mál (assist). Vilhelm skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hann var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Kiel er fjórðfremst í deildini við 25 stigum. Hetta var fimti javnleikurin hjá Kiel í 17 dystum. Magdeburg er fremst í deildini við 31 stigum.
Hannover-Burgdorf er nummar 10 í deildini við 17 stigum.
Í morgin klokkan 17 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Minden.











