Stjarnan, ið spælir í bestu kvinnudeildini í hondbólti í Íslandi hevur tveir føroyingar á liðnum.
Tað hevur gingið persónliga væl hjá Natasju Hammer og Inga Mariu Roysdóttir, men í 10 teimum fyrstu dystunum hevur verið talan um níggju tap og ein javnleik. Tó hava føroysku leikararnir skotið nógv mál, og hava verið sera eyðsýndar.
Í dag brast loksins fyri nev hjá Stjörnuni í ársins seinasta dysti í bestu íslendsku deildini. Stjarnan vann á heimavølli 34-31 á Fram. Í steðginum vár Stjarnan á odda 14-13.
Føroysku leikararnir gjørdu aftur sítt í dag. Natasja skoraði seks mál og Inga Maria skoraði fimm mál. Eva Björk Davíðsdóttir var við 13 málum toppskjútti hjá Stjörnuni.
Stjarnan er framvegis aftast í deildini, men nú við trimum stigum. Stjarnan hevur seks stig upp til KA/Þór, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
10. januar fær Stjarnan vitjan av Selfossi.











