Í dag fekk landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, handað álit um eina føroyska fjarlestrarskipan. Álitið lýsir mongu møguleikarnar fyri, at vit kunnu menna føroyskan fjarlestur og tað heldur landsstýriskvinnan er sera viðkomandi fyri okkum í Føroyum, sum senda so stóran part av okkara ungu av landinum at nema sær útbúgving, tí útbúgvingartilboðini í Føroyum eru so avmarkað.
Í álitinum eru fleiri hugskot og tilmæli, sum landsstýriskvinnan fer at taka upp politiskt m.a. viðvíkjandi stuðulsmøguleikum.
Helena Dam á Neystabø sigur, at ein av okkara størstu avbjóðingum er, at av teimum, sum fara at lesa, eru tað framvegis eini 60%, sum lesa uttanlands, og bert umleið helvtin at teimum koma heimaftur til Føroyar.
Hetta er helst ein av orsøkunum til, at fólkatalið í Føroyum ikki veksur og tí er tað alneyðugt at menna Fróðskaparsetrið, so at vit kunnu forða fyri enn fleiri fólk við útbúgving búsetast uttanlands.
- Eisini kunnu fjarlestrarmøguleikarnir geva fólki í útjaðaranum fleiri útbúgvingarmøguleikar. Nú arbeiðsplássini í fiskivinnuni fækkast, kann fjarlestur eisini gerast ein týðandi táttur í eftirútbúgving, eins væl og í eftirútbúgving innan flest onnur yrki, sigur Helena Dam á Neystabø.
Í morgin skal hon hitta allar skúlastjórarnar á miðnámsskúlaøkinum og tá fer hon at handa teimum álitið.
Hon fer eisini at handa Fróðskaparsetrinum áleitið og heitir samstundis á Setrið um at vera okkara flaggskip, tá um ræður at menna møguleikar fyri fjarlestri í Føroyum.










