Sera friðarligur G festivalur

G festivalurin er nú av og tá ið løgreglan ger roknistykkið upp, er úrslitið, at talan var um ein sera friðarligan festival

Ein bilførari er tikin fyri rúsdrekkakoyring og ein maður, sum sló ein vakt hóskvøldið, er nú handtikin og er til avhoyringar.

Annars var ymisk smáttarí vil fullum fólki, men onki at tosa um á einum so stórum tiltaki, sigur løgreglan. Myndina tók Jens Kristian Vang.