Niels Stórá
Reykjavík 25.02.2007
Fyri ári síðani sá eg ein kendan føroying á einum hotelli í einum stórbýi í Europa. Fór yvir til hansara og spurdi í skemti: “Sorry, are you lokal?” Hann hugdi upp á meg og svaraði: “No, I am from Denmark!” Segði aftur við hann undrandi: “So you are from Denmark?” Hann svaraði mær aftur: “No, actually I am from Iceland!” Tá kláraði eg ikki at halda mær meira og segði á íslenskum: “Það var gaman, vegna Þess að ég er færeyingur en á heima í Reykjavík!”
Tað var heldur løgið at fá fleiri uppringingar eftir Dag og Viku mánakvøldið 19.02.2007, summar sera jaligar, meðan aðrar vóru heldur neiligar, ja, rikið varð enntá framundir, at hetta var beinleiðis samansvørjing, eitt væl fyrireikað strategiskt álop á løgmann, ið nærum hevði skapt eina diplomatiska “krisu” í Føroyum (bevares...).
Kendi ikki vertin, ið ringdi og bað meg siga hugsan mína um føroyska sendistovu í Reykjavík. So eg spurdi hann, hvør støða hansara var í hesum máli. Hann svaraði mær, at hann dugdi ikki at síggja nakran mun á sendistovunum í London og Bruxell og á henni í Reykjavík.
Høgna Hoydal hevði eg ongantíð hitt, ei heldur hevði eg skift orð við mannin. So eg vil vísa aftur, at eg havi verið við í eini samansvørjing ella verið leiddur taktist út í eitt álop á løgmann. Havi heldur ikki búð í Føroyum seinastu 17 árini og havi tískil ikki rætt at blanda meg upp í politiska spælið í Føroyum, hóast eg havi mína sannføring viðvíkjandi støðu okkara sum tjóð.
Ferðalag til Íslands
Fyrr í ár var eitt føroyskt ferðalag í Íslandi við løgmanni á odda. Løgmaður skal eiga tað rós, at hann gjørdi eitt flott og gott PR-arbeiði fyri Føroyar á túrinum. Takk fyri tað! Eri eisini vísur í, at eingin føroyskur politikkari hevði kunnað gjørt hetta betur. Hann kom væl fram í teim íslensku fjølmiðlunum, og úttalilsi hansara um viðurskiftini millum Føroyar og Íslands eiga stórt rós uppiborið.
Tað var eisini hugaligt og eggjandi at hitta ferðalagið við vinnulívsmonnum, ið vóru saman við løgmanni hesar dagarnar. At ein hugbursbroyting er við at fara fram innan tað føroyska samfelagið kom eisini greitt til sjóndar hjá teimum, ið vóru við. Ein hópur av fólki, sum við undran var komin at hyggja eitt sindur tættari at hesum samfelag (Ísland), ið hevur tikið so stór framstig í altjóða høpi hesi seinastu árini, at teir tíðum fylla tey kendu og mest lisnu “business-bløðini” “world wide”.
Fyri tey flestu kundi Ísland – “okkara mekka” (sum løgmaður orðaði tað) – verið ein fyrimynd fyri, hvussu einar framtíðar Føroyar kundu sæð út, um vit megna at standa saman sum tjóð og hava ein góðan vilja at gera tað sama, sum íslendingar hava gjørt uttan at fáa ilt í “rassinn” av hvørjum ørðum.
Viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum, sum løgmaður hevur staðið á odda fyri, skal hann eisini fáa rós og ein fjøður í hattin.
Íslendingar hava gjøgnum tíðina altíð verið greiðir yvir styrki sína og virði sítt sum tjóð. Teir hava eisini verið greiðir yvir, hvussu skjótt teir kunnu vera etnir av teimum “stóru”, um teir fóru at geva eftir við teimum virðum, landið gevur av sær. Tað var eisini ein av orsøkunum til, at tú sum útlendingur fyri bert 20 árum síðani ikki kundi eiga meira enn 49% av eini fyritøku í Íslandi, umframt at teir høvdu eina skipan, sum vardi bæði inn- og útflutning við kvotum.
Hetta ger seg galdandi enn í dag, táið tað kemur til fiskin, ið sambært stjórnarskrá teirra er tjóðarogn, og sum ikki loyvir útlendingum at koma fram at hesum rættindum teirra. Hetta er eisini ein av størstu grundunum fyri, at teir ikki eru farnir uppí ES. Men hetta forðar teimum ikki í at keypa reiðaríir, fiskiskip og fiskiveiðiheimildir í øðrum londum.
Viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum (sum eg bert kenni frá íslendskari síðu) hava føroyingar megnað at gjørt ein sáttmála, ið einki annað land hevur gjørt við Ísland. Sum skilst, eru íslendingar eisini opnir fyri at víðka sáttmálan. Hetta vísir okkum eisini ta stóru virðing, teir hava fyri okkum føroyingum sum tjóð á jøvnum føti. Og tað er eingin ivi um, at hvørki danir ella norðmenn høvdu fingið ein slíkan sáttmála sum hendan við íslendingar.
Ávísar atfinningar hava verið um forðanir, ið eru fyri føroyingar og føroyskar fyritøkur í Íslandi í mun til líknandi treytir, ið íslendingar hava í Føroyum. Hinvegin skuldi tað ikki verið ein ov stór avbjóðing hjá embætismonnum og politikkarum okkara at funnið loysnir á hesum trupulleikum.
Føroyska sendistovan í Reykjavík
Evnið í sjónvarpssendingini hetta mánakvøldið var føroyska sendistovan í Reykjavík. Um hon kemur til sín rætt at verða millumlið hjá føroyskum fyritøkum og embætismonnum í Íslandi, veit eg ikki. Og um hon er før fyri at útinna tað endamál, ið menn seta henni, veit eg heldur ikki. Men tað eru uttan iva stórir møguleikar við eini sendistovu í Reykjavík, serliga tá vit hugsa um, hvussu íslendingar hava arbeitt í altjóða samfelagnum hesi seinastu árini.
M. a. kundi tað verið áhugavert at sæð eitt nógv tættari samstarv við íslendsku uttanríkistænastuna, ið eigur ein stóran leiklut í tí útrás, ið hevur merkt íslendsku vinnuna hesi seinastu árini (hon hevur eisini staðið væl aftan fyri uppbygging okkara í Eystrasalti, Bulgaria og Rumenia). Eitt tílíkt samstarv kundi opnað dyrnar fyri heilt øðrum og meira spennandi møguleikum enn bert teimum, vit síggja okkum hava í Íslandi.
Londini eru sera lík á øllum økjum, søguliga tilknýti, mentanarliga og vinnuliga, serliga tá tað snýr seg um fiskivinnuna. Hóast hetta haldi eg, at íslendingar hava eitt stórt forskot á okkum, tá tað kemur til fríhugsan á vinnuligum og øðrum økjum, útbúgving í ymsum londum o. s. fr. Og ikki minst eitt størri politiskt rásarúm, kanska serliga úteftir.
Støddirnar á samfelagsøkinum og á fyritøkum burdu eisini ført við sær, at okkara tilknýti til íslendingar var munandi tættari enn við danir og aðrar tjóðir, ið ofta hava eitt nógv tyngri og størri samfelagskervi at dragast við, enn íslendingar hava. Hetta førir so eisini við sær (og krevur), at teir lættari kunnu/mugu tillaga seg teim broytingum, sum henda á altjóða støði, enn størru tjóðirnar gera (teir hava í øllum førum tann fyrimun ikki at skula bíða eftir dønum fyrst).
Íslendska uttanríkistænastan
Her kundi m. a. íslendska uttanríkistænastan spælt ein nógv størri og effiktivari leiklut fyri okkum enn tann danska, ið eftir míni fatan leggur seg eina mest við at veita eina humanitera tænastu enn at slóða fyri danskari útrás í útheiminum. Av royndum kann eg siga, at nú vit hava bygt eina fyritøku upp í fimm londum í Eystureuropa undir einum kendum donskum brandi JYSK, hava vit ikki so mikið sum fingið eina telefonsamtalu frá teimum donsku sendistovunum. Tá er munur á íslendingum og teirra sendiharrum. Teir fylgja við og hava javnan samband við okkum fyri at kanna støðuna og kunna stuðla okkum á øllum økjum. Støddirnar spæla eisini her ein stóran leiklut. Danir arbeiða við milliardafyritøkum so sum Mærsk og niður til B&O (sum íslendingar eiga ein stóran part av í dag).
Eitt tað besta dømið, vit hava, er Letland, har íslendska uttanríkisráðið – stutt eftir at Ísland sum fyrsta “frælsa” landið góðkendi og bjóðaði lettum vælkomnum millum sjálvstøðugu londini – fór við einum bólki av vinnulívsmonnum at hyggja eftir møguleikum hjá íslendsku vinnuni í Lettlandi. Úrslitið av hesi ferð varð, at í dag eru meira enn 130 fyritøkur í Lettlandi, ið hava íslenskan identitet (tær fyritøkur, sum vóru við tá, vóru flestar á stødd við eina miðal fyritøku í Føroyum í dag).
Her eru stórir møguleikar, sum eftir mínum tykki eru meira spennandi enn bert at hava eina umboðstovu ella sendistovu (við tign), sum arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum og fyritøkum í Íslandi.
Ísland og Føroyar
Íslendingar hava altíð, fram um aðrar, arbeitt saman við føroyingum sum føroyingum og ikki sum dønum. Davið Oddson, fyrverandi forsætisráðharri, legði lunnar undir einum beinleiðis sambandi við Landsstýrið uttan um danir. Her kann “i forbifarten” leggjast afturat, at fyrsta og síðsta landið, hann vitjaði í politiskum ørindum var Føroyar. Eisini hava forseti Íslands, tveir forsetisráðharrar og uttanríkisráðharri vitjað land okkara. Í Norðurlandaráðnum eru tað teir, ið vilja hava beinleiðis samband við okkum uttan um donsku maktina. Hetta vísir, hvussu ómetaliga stóra virðing teir hava fyri okkum føroyingum sum tjóð.
Við at leggja okkum so lágt at fara undir kong og danska “brókamerkið”, er tað bæði eyðmýkjandi fyri flestar føroyingar í Íslandi og ikki minst eini sera vánalig boð at senda hesi tjóð, ið hóast alt hevur havt so stóra virðing fyri okkum, og sum kallar okkum frændur sínar.
Ísland er helst eisini einasta landið, har hvør føroyingur (veri tað sambandsmaður ella loysingarmaður), tá hann verður spurdur: “Where are you from?”, uttan at ivast ella smæðast við kvikum stoltleika kann svara: “I am from Faroe Islands!”
Vónandi finna tit eina góða loysn á hesum so brennandi máli uttan at blanda donska sendistovuna, Dannebrog ella danska skjaldamerkið upp í viðurskiftini millum londini.