Semingsuppskotið verður helst felt

Meginparturin av álitisfólkunum hjá føroysku lærarunum eru samd um, at semjan millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið verður vrakað undir uratkvøðugreiðsluni millum limirnar

John Johannessen


Mangt bendir á, at úrslitið av urðatkvøðugreiðsluni millum limirnar í Lærarafelagnum um semjuna millum Fíggjarmálastýrið og Lærarafelagið verður, at semingsuppskotið verður vrakað.

Sosialurin hevur tosað við fleiri av álitisfólkunum hjá lærarunum kring landið, og hava tey øll varhugan av, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður eitt heilt greitt nei til nýggja sáttmálan.

Høvuðsgrundgevingar-nar fyri, at uppskotið verður felt, siga álitisfólkini vera, at lærarnir skulu taka støðu til eina ókenda danska avtalu um ársverk, tímar og annað, ið enn ikki er roynt í Danmark. Lærararnir skulu í veruleikanum taka støðu til eina skipan, ið er smíðað til donsk viðurskifti, men sum kortini ikki er roynd í Danmark og heldur ikki aðrastaðni.


Illa fyrireikað

Álitisfólkini hjá lærarunum eru samd um, at semingsuppskotið er alt ov illa fyrireikað og tí eisini ógvuliga torført at taka støðu til. Eitt av álitisfólkunum, ið vil vera ónevnt, vísir á, at danska álitið, ið skal vera grundarlagið undir einum parti av nýggja sáttmálanum, er púra ókent fyri limunum í Lærarafelagnum. Tí verður tað hildið vera ógvuliga óheppi, at limirnir ikki eru kunnaðir nóg nógv um tað. Álitið er sent limunum, men tað er ikki umsett og ongar nærri frágreiðingar eru um tað.

Harafturat vísa fleiri av álitisfólkunum á, at semingsuppskotið sum heild er alt ov illa orðað og ógreitt, og tí ber ikki til at taka nakra greiða støðu til tað. Tí verður væntað, at festu limirnir fara at atkvøða ímóti uppskotinum.

Hildið verður eisini, at ársverkini, lagt verður upp til í uppskotinum, fer at eggja fleiri av limunum til at vraka uppskotinum. Fleiri av limunum eru ónøgdir um, at eftirlit skal haldast við teimum gjøgnum ársverkini, og síðani halda teir tað eisini vera heilt burturvið, at vit í Føroyum skulu eina skipan við ársverkum, ið eru tillagað efir arbeiðinum hjá lærarum í Keypmannhavn.


Skúlin má virka aftur

Hóast meginparturin av føroysku lærarunum ikki tekur undir við sáttmálauppskotinum, halda álitisfólkini kortini, at tað eru lærarar kring landið, ið kenna seg noyddar at atkvøða fyri tí. Orsøkina til hetta siga tey vera, at nógvir av lærarunum kenna á sær eina moralska skyldu fyri at fáa skúlan at virka aftur.

Lærararnir ásanna, at tað kann fáa álvarsligar fylgjur fyri próvtøkurnar hjá næmingunum í níggjunda og tíggjuna flokki, um verkfallið heldur fram, og rokna álitisfólkini við, at hetta kann fáa fleiri av lærarunum til at atkvøða fyri uppskotinum.

Føroysku fólkaskúlalærararnir hava verið í verkfalli síðani 8. mars.