Seinastu jólapakkarnir farnir umborð

Fríggjakvøldið vórðu seinastu jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum bornir sjófólkinum. Teir fóru umborð á Brimil.

Skipari á Brimli hesa vaktina er 40 ára gamli vestmenningurin, Óli Hans Olsen.

Sambært málgagninum hjá Heimamissiónini, Trúboðin, sigur Óla Hans, at hansara manningin fer í land 22. desember, tá hin manningin kemur umborð. Teir ætla at hava jólahaldið, áðrenn teir fara í land.

Tá teir hava havt jólahaldið umborð er mannagongdin rættiliga føsti: Fyrst fáa teir ein góðan døgurða. Á matskránni verður dunna við øllum góðum aftur við. Aftaná verður kaffi og rísalamande.

Síðani syngja teir tveir sálmar, og skiparin lesur jólaevangeliið. So syngja teir ein sálm afturat, og síðani vera pakkarnir deildir út.

- Menninir eru sera fegnir fyri pakkarnar. Teir fegnast um, at onkur hugsar um teir og vil gleða teir. Tí hava pakkarnir sera jaliga ávirkan á manningina, sigur Óli Hans Olsen.

Hann sigur eisini, at nakrir av monnunum, sum eru umborð á jólum, hava pakkar frá familju við umborð, og pakka teir upp jólaaftan.

Annars eru tað jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum, sum á ein serligan hátt samla manningina til eina góða, hugnaliga og jaliga løtu í messuni.

(Mynd: Trúboðin)