Seinasti songur forsætisráðharrans

Bretar fáa ein nýggjan leiðara í morgin, tá David Cameron, forsætisráðharri, leggur sessin frá sær og Theresa May, innanríkisráðharri, tekur við landsins hægsta sessi og verður næsta kvinnuligi forsætisráðharri Bretlands.


Ein støða sum fyri bara góðum ári síðan var púra óhugsandi. Tá hevði David Cameron nevniliga leitt teir Konservativu til ein knúsandi sigur á Ed Miliband og Labour flokkin og tryggja eitt nýtt skeið við valdið.


Forsætisráðharrin var væl lýddur millum veljararnar og var tann næst best lýddi politikarin í øllum Ongland. Veljarakanningar vísti nevniliga, at bara ein av hansara floksfelagum, Boris Johnson, hevði størri undirtøku millum bretskar veljarar.


Nógv kann tó broytast eftir einum ári. Boris Johnson og David Cameron endaðu á hvør síni síðu í stríðnum um bretska ES-limaskapin, og hóast lyftið frá David Cameron um, at hann fór at vera verandi forsætisráðharri óansæð úrslitið av fólkaatkvøðuni, og at Boris Johnson, ið endaði á vinnandi síðuni, varð favorittur at taka yvir eftir David Cameron, so var endin tann, at báðir lógu eftirá.


Tað verður endaliga staðfest í morgin, tá Theresa May tekur við sessinum sum forsætisráðharri. Tað kunngjørdi David Cameron nevniliga á tíðindafundi í gjár uttanfyri Downing Street 10, tá hann boðaði frá, at hann leggur frá sær fyrr enn ætlað. Harvið fáa bretar sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra síðan Margaret Thatcher.


Talan hevur helst verið um eina tunga avgerð hjá væl dámda forsætisráðharranum, men tað sást ikki á David Cameron. Tað hevur nevniliga vakt ans kring allan heim, at forsætisráðharrin, tá hann hevði takkað fyri seg og óvitandi um at mikrofonin enn var tendrað, murraði eitt lag, tá hann gekk inn aftur gjøgnum dyrnar í Downing Street 10. Ein óvæntað reaktión eftir tey tungu politisku boðini, ið hann júst hevði kunngjørt.


Til ber at síggja søguligu løtuna, tá hann legði frá sær og síðsta song forsætisráðharrans, við at trýsta á sjónbandið á høvuðsmyndini.