Seinasti møguleikin hjá svimjarunum

Í kvøld verða seinastu finalurnar í svimjing á oyggjaleikunum. Tað gekk væl í innleiðandi umførinum í morgun. Vit hava svimjarar í øllum ellivu finalunum, men eins og í gjár, so verður tað tætt, hart og spennandi í næstan øllum av teimum.

 

Svimjingin er á hægri stigi enn nakar hevði væntað. Bara fyrsta dagin blivu ellivu nýggj oyggjaleikamet sett í ellivu finalum. Tí er torført at siga hvat vit kunnu væntað okkum í kvøld, men møguleiki er fyri fleiri heiðursmerkjum. Spurningurin er bara um tær eru gull ella ikki.

 

Hetta er somuleiðis tær seinastu svimjufinalurnar á oyggjaleikunum á hesum sinni og av tí sama er hetta seinasti møguleikin at hála inn á Guernsey, sum hevur vunnið flest gull í svimjing higartil á Isle of Wight.

 

Soleiðis skrivar svimjing.com um tær ellivu finalurnar í kvøld.

 

100 blandað kvinnur

Poula Ø. Mohr svam imponerandi 1:07.49 í mun til bestu tíð 1:07.28, sum vísir at hon í øllum førum ikki hevur mist mótið, fyri tað um kappingin hevur verið hørð hesar undanfarnu dagar. Andrea Strachan úr Hetlandi svam bestu tíð 1:05.62, og Poula og Lara Butler av Cayman eru so tvær á øðrum plássi við 1:07.49. Eva Trygvadóttir svam seg til eitt 15. pláss við 1:14.15.

400 frí menn

Pál Joensen svam seg trygt til finalupláss við bestu tíð 4:09.26, frammanfyri Felix Gifford úr Hetlandi á 4:10.94 og Geoffrey Butler av Cayman á 4:11.05. Pál hevur longu vunnið 100, 200 og 1500 frí, og verður tað tí mest sannlíkt eisini til gull her í kvøld.

 

200 firvald kvinnur

Her hava vit ongan kjans at vinna gull í kvøld. Turið S. Christiansen svam seg gott nokk í finaluna við fimtbestu tíð 2:31.88, men Kristina Neves av Guernsey var til samanberingar heilt niðri á 2:20.92, og hinar báðar næstu eisini væl undir føroyska metinum hjá Nataliu Reinhardt á 2:27.62, Charlotte Atkinson av Man við 2:25.23 og Lara Butler av Cayman við 2:25.85. Astrið Foldarskarð svam seg til eitt 8. pláss við 2:39.19, uttanfyri finalupláss.

 

100 rygg menn

Magnus Jákupsson svam bestu tíð her, 57.31 frammanfyri Ian Powell av Guernsey á 57.46 og Thomas Hollingsworth av Guernsey á 58.65. Powell hevur til nú vunnið bæði 50 og 200 rygg, men kanska eru vit so mikið heppin, at hann er við at møðast.

 

100 frí kvinnur

Birita Debes og Kristina Eliasen svumu seg til eitt 4. og 6. pláss í finaluni í kvøld, Birita við 59.54 og Kristina við 1:00.51. Tær tríggjar fremstu svumu avbera skjótt í innleiðandi riðlunum, Emily Bashforth av Jersey 58.34, Kristina Neves av Guernsey 58.95 og Amy Harper úr Hetlandi 59.12. Besta tíð hjá føroyingunum her yvirhøvur er Birita við juniormeti 58.52 frá NJM 2010.

 

50 frí menn

Pauli Øssursson Mohr megnaði at svimja 23.70 og bestu tíð í innleiðandi, og Heðin Lisberg Olsen næstbestu 24.49. Millum teir Matthew Girard av Guernsey við 24.25, og aftanfyri Heðin Sam Tinson-Wood av Isle of Wight við 24.74, Ben Lowndes av Guernsey við 24.87 og Antoin Le Fevre av Jersey við 24.90. Hetta mugu vit royna at vinna í kvøld, men tað verður nokk tætt.

 

50 rygg kvinnur

Birita svam komfortabult bestu tíð 30.04, frammanfyri Kerrie Smith av Jersey á 30.99 og Poulu Ø. Mohr á 31.27. Okkara vunnu gull og silvur í 100 rygg, og eru báðar góðar á serliga stuttu teinunum, so her burdi verið góður kjansur fyri gulli.

 

200 bringa menn

Pál Joensen svam triðbestu tíð 2:24.98, aftanfyri Thomas Hollingsworth av Guernsey á 2:23.76 og Frank Estrada av Menorca á 2:24.84. Besta tíð hjá Páli er føroyska metið 2:16.06 frá Oyggjaleikum í 2009, tá svomið í superdrakt, men tó so mikið skjótt at her burdi verið góður kjansur fyri metall.

 

4x100 blandað kvinnur

Kristina, Tanja, Astrið og Guðrun megnaðu næstbestu tíð 4:32.48 aftanfyri Jersey á 4:27.62 og frammanfyri Isle of Wight á 4:36.57 og Guernsey á 4:37.13. Gullmøguleikar her, sum skal til um vit skulu hava kjans at vinna okkum inn á Guernsey í samlaða heiðursmerkjastríðnum.

 

4x100 frí menn

Dánjal, Pauli, Heðin og Pál bestu tíð 3:35.18, frammanfyri Jersey á 3:35.82 og Guernsey á 3:36.20. Aftur ógvuliga týðandi at vit vinna gull, um vit skulu hava kjans at vinna flest av teimum tilsamans.

 

8x50 frí kvinnur og menn

Hesa stafettina burdu vit átt, við sigri bæði hjá monnum og kvinnum í 4x50 frí. Bestu tíð í morgun, 3:28.52, frammanfyri Guernsey á 3:32.98 og Jersey á 3:33.46. Hetta er ein óoffisiell, traditionell stuttleikakapping, sum ikki telur við í samlaðu uppteljingini av heiðursmerkjum, men tað hevði tó so verið stuttligt at vunnið hana aftur hesuferð, sum í 2009 og 2007.

 

Rás2 sendur beinleiðis frá svimjifinalunum í kvøld