Landsstýrismaðurin hevur greitt frá í fyrispurningi í tinginum, at ein skattalætti verður latin á tann hátt, at inntøkumarkið upp á 235.000 kr verður broytt til 265.000 kr og inntøkumarkið upp á 335.000 verður flutt upp á 365.000 krónur.
– So tað fer at loysa seg hjá teimum, sum tjena nakað oman fyri tað at taka eina vakt eyka ella at arbeiða eitt sindur meira, uttan at alt fer uppi í skatti, segði hann.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann eisini hevur havt fund við Kommunufelagið at vita, um kommunurnar vildu vera við í einum skattalætta, men har var hann blankt avvístur, segði hann.