Tann 18 ára gamli amerikanski studentaskúlanæmingurin Constance McMillen í statinum Mississippi slapp ikki í eina veitslu á skúlanum, tí hon er samkynd og hevði vinkonu sína við sær í veitslu.
Felagsskapurin ACLU, sum stríðist fyri sivilum rættindum, tók málið upp og fór í rættin við studentaskúlanum. Tað endaði við, at partarnir gjørdu eina semju, og hon ber millum annað í sær, at Constance McMillen fær 35.000 dollarar ella umleið 200.000 krónur í endurgjaldi.
Constance McMillen sigur sambært CNN, at hon er fegin um, at málið er endað, og hennara einasta ynski nú er, at skúlin broytir hugsan.
Tað nýtist henni ikki at hugsa um, tí skúlin hevur longu gjørt nýggjar reglur, sum millum annað siga, at eingin næmingur skal vera fyri mismuni orsakað av hansara ella hennara kynsligu viðurskiftum, sigur CNN.










