Tað verður ikki enn, at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni. Tað var annars heilt tætt við, men tær mistu á stokkinum. Málið ljóðar sera einfalt, men tað hevur kortini verið ein fløkja av eini aðrari verð. Upp undir jól samtykti Løgtingið, at sammøður skuldi fáa sama rætt til gjald úr barsilsskipanini sum pápar fáa. Men ein spurningur, sum tók seg upp eftir tað, var, um børn kundu fáa navnið á sammóður síni
Tað er landsstýrismaðurin, Magnus Rasmussen, sum umsitur navnalógina og hann kom til ta niðurstøðu, at sammøður hava akkurát sama rætt sum øll onnur foreldur. Sostatt hava børn fullan rætt at fáa eftirnavnið á sammóður síni. Men Umhvørvisstovan, sum umsitur navnalógina fyri landsstýrismannin, hevur eina heilt aðra støðu. Teirra niðurstøða er, at skulu børn kunna fáa eftirnavnið á sammóður síni, verður neyðugt at broyta navnalógina eisini.
Samstundis hevur Jógvan Fríðriksson, biskupur, gjørt greitt, at hann fer ikki at geva prestum boð um at broyta mannagongd tá ið nøvn verða skrásett í kirkjubótini, fyrr enn hann hevur fingið boð um tað frá landsstýrismanninum í kirkjumálum, sum var Jenis av Rana Men hann hevur boðað frá, at hann fer ikki at geva biskupi boð um at mannagongdin, tá ið børn skulu skrásetast í kirkjubókina, tí tað stríðir ímóti hansara kristnu sannføring at børn verða skrásett í kirkjubókini við einum mammu og eini sammóður.
Løgmaður gjørdi av at loysa knútin upp á tann mátan, at hann tók málið úr hondunum á Jenisi av Rana og legði tað undir Magnus Rasmussen. Sostsatt var tað hann, sum fekk myndugleika til at geva biskupi boð um at broyta mannagongd so at børn kundi førast í kirkjubókina við eftirnavninum á sammóður síni.
Støðan er grundleggjandi broytt
Sostatt var málið klárt av avgreiða. Hetta var tann 7. novembur, men áðrenn nakar vardi, varð løgtingsval brádliga útskrivað í gjár og Magnus Rasmussen sigur, at tað broytir støðuna grundleggjandi. Hann sigur, at tá ið val er útskrivað, eru tað bara bráðneyðug mál, sum verða avgreidd. Hann sigur, at hann hevur fleiri mál liggjandi, sum ikki eru avgreidd, og rættindini hjá sammøðrum er eitt av teimum. Men hetta eru alt mál, sum tola at bíða, og sostatt verða tey liggjandi til nýtt landsstýrisfólk tekur við eftir valið.
Magnus Rasmussen sigur, at hann hevur kunnað løgmann um støðuna. Vit hava spurt Magnus Rasmussen um orsøkin til at hann letur málið liggja, kann vera, at hann vil ikki fara í valstríð til løgtingsvalið og at síðsta málið hann avgreiddi sum landsstýrismaður var at geva samkyndum størri rættindi.
Men hann avsannar staðiliga at hetta hevur einki við valstríðið at gera og at hann stúrir fyri, at tað hevði verðið brúkt ímóti honum. Hann sigur, at tað eru nógv mál sum ikki eru avgreidd og hann kann ikki bara taka okkurt einstakt burtur úr og tí verða øll málini liggjandi til tann, sum tekur við eftir valið.