Samhaldsfesti ella ikki

Spell, at vit ikki hava fingið eitt veruligt orðaskifti um, hvussu vit fáa ta bestu eftirlønarskipanina, umframt fólkapensjónina. Sum nú er, verður lagt eftir hvørjum øðrum, og neyvan fer nakað konstruktivt at spyrjast burtur úr tí. Men sjálvandi, kjak er áhugavert.

Grundleggjandi hava Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin verið samdir um, at vit skuldu hava eina samhaldsfasta eftirløn. Hesir flokkar samtyktu lógina um samhaldsfasta arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunnin, Samhaldsfasta, saman við Sjálvstýrisflokkinum. Grunnurin skuldi vaksa seg so stóran, at útgjaldið í honum gjørdist nógv størri enn tann fólkapensjónin. Men Samhaldsfasti fekk ikki ta viðferð, sum lógin legði upp til. Inngjaldið varð ikki hækkað og arbeiðsgevaraparturin kom ikki uppí. Av somu orsøkum var útgjaldið heldur ikki sett í verk, tá tað skuldi.


Samhaldsfasti varð stovnaður, tí flokkar ásannaðu, at fólkapensjónin var ov lítil, og at samfelagið fór ikki at hava orku til hana við alsamt fleiri pensjónistum. Endamálið við Samhaldsfasta var og er, at øll arbeiðandi gjalda ávísan prosentpart í grunnin, men øll fáa sama útgjald. V.ø.o. byggir hann á solidariska, samhaldsfasta, prinsippið. Fólkaflokkurin hevur sjálvandi verið ímóti Samhaldsfasta, tí hann byggir á solidaritet - grundsjónarmiðið hjá arbeiðararørsluni. Fyri nøkrum árum síðani kom Fólkaflokkurin tí við einum mótuppskotið um Fólkatrygging. Tankin byggir á tankan, at tryggingin er persónlig. Hevur tú goldið nógv inn, fært tú nógv út. V.ø.o. einki samhaldsfesti.


Tá landsstýriskvinnan í almannamálum svaraði einum fyrispurningi á tingi í vár, varð sagt, at eftirlønarætlan landsstýrisins bygdi á eina tvungna persónliga trygging. Og lógvabrestur hoyrdist frá ávísum floksformann á høgraveingi. Seinri komu so sjóforkláringar frá Tjóðveldisflokkinum um, at Fólkapensjónin skuldi vera samhaldsfasti tátturin, og afturat tí skuldi koma ein tvungin, persónlig arbeiðsmarknaðareftirløn.


Hetta er ikki í samsvar við tað samhaldsfasta prinsippið, sum lá til grund fyri Samhaldsfasta. At koyra stovnsfæið í honum í ein fólkapensjónsgrunn, og skipa eina nýggja tvungna eftirlønargrunnin er at fara yvir um ánna eftir vatni. Um vit hækkaðu inngjaldið munandi og fingu arbeiðagevarar uppí, so gjørdist Samhaldsfasti so sterkur og rindaði so mikið nógv, at vit sluppu undan teimum nógvu persónligu eftirlønartryggingunum, sum fólk og fakfeløg tekna seg fyri ídag. Rætt hevur ein tjóðveldistingmaður í, at hetta skapar ójavna, men ójavnin verður ikki minni við tí tvungnu, persónligu eftirlønini, sum landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at leggja uppskot fram um í næstum. Ætlanin er bara eitt dømi um, hvussu nógv vald Fólkaflokkurin hevur á Tjóðveldisflokkinum.