Sambandsflokkurin royndi aftur at geva tingfólki lønarlyft

Sambandsflokkurin gjørdi eina síðstu roynd at geva løgtingsfólki eitt lønarlyft upp á 6.700 krónur á tingfundinum í dag. Men tað vildi Løgtingið ikki

Sum kunnugt tók Løgtingið ikki undir við umboðunum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Framsókn í serligu grein 25 nevndini mikudagin um at geva løgtingsfólk eitt lønarlyft afturfyri, at tey missa glæsiligu tænastumannapensjónina. Uppskotið hjá teimum fall við 2. viðgerð í Løgtinginum mikudagin.

Í nógv ár hava fólk funnist at politikarunum fyri at hava gjørt sær eina yvirfeita pensjónsskipan. Nógvir politikarar hava alment sagt, at teir vilja taka av skipanina, sum higartil hevur givið landskassanum eina fíggjarliga byrðu upp á eina hálva milliard krónur, sum komandi pensjóneraðir politikarar skulu hava frá skattaborgarunum, tá tey í summum førum eru yvir 60 ár og í øðrum førum er yvir 67 ár, alt eftir, hvussu leingi tey hava sitið á tingi.

Tí eru tað eisini fleiri, sum eru ósamd við nevndina, sum gjørdi uppskotið um, at tingfólk skulu hava eina kompensatión aftur fyri at missa ovurfeitu pensjónina. Tað helt formansskapurin í Løgtinginum, sum tí tók hendan partin burtur úr uppskotinum, áðrenn tað varð lagt fyri tingið.

Men Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin í grein 25 nevndini vildu hava, at tingfólk skulu hava endurgjald fyri at missa tað, sum tey »fáa ov nógv í pensjón«. Málið sum fall mikudagin.

Men Sambandsflokkurin gjørdi aftur eina roynd í dag at lyfta lønina hjá tingfólki.

Grundgevingin hjá teimum var, at »uppskotssetararnir halda tað vera skeivt av Løgtinginum ikki at fylgja tilmælinum frá lønarbólkinum um ásetan av lønarflokki til tingfólk. Tí mæla uppskotssetararnir til, at upphæddin í § 1, stk. 1 verður broytt samsvarandi tilmælinum.«

Uppskotsetararnir vóru Johan Dahl, Erhard Joensen, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Steig Nielsen.

Men uppskotið fall. 

Einastu tingfólk, sum atkvøddu fyri lønarlyftinum til tingfólk hesaferð vóru:

##med2##

Øll hini atkøvddu ímóti:

##med3##