Nýggja veljarakanningin hjá Kringvarpinum vísir, at var løgtingsval í dag, fór Sambandsflokkurin fram úr sjey upp í átta tinglimir, og Framsókn hevði fingið tveir sessir.
Tjóðveldi og Fólkaflokkurin høvdu mist ein sess hvør.
Fynd gjørdi veljarakanningina fyri Kringvarpið í gjárkvøldið.
Sambandsflokkurin verður størsti flokkur við 23 prosentum av atkvøðunum. Tjóðveldi er næststørsti flokkur. Hann fær 21 prosent av atkvøðunum.
Fólkaflokkurin fær 19,3 prosent av atkvøðunum, og Javnaðarflokkurin fær 18,8 prosent.
Miðflokkurin fær 7,9 prosent, Sjálvstýrisflokkurin 6,1 prosent og nýggi flokkurin Framsókn fær 3,8 prosent.
793 veljarar vóru spurdir í veljarakanningini.