Sambandsflokkurin: Natúrligt at skiparin nú fer av brúnni

?Vánaliga úrslitið hjá sambandsflokkinum er als ikki nøktandi og tað hevði ikki verið ónatúrligt, at leiðslan í flokkinum tók støðuna til eftirtektar, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður

Løgtingsvalið 2004

? Eg eri heilt avgjørt ikki nøgdur við úrslitið av løgtingsvalinum.
Johan Dahl, løgtingsmaður sigur sambandsflokkurin hevði so vánaligt úrslit á løgtingsvalinum týsdagin, at tað kann als ikki góðtakast.
? Hetta er ein sera álvarslig støða, tí vit høvdu allar møguleikar fyri eini nógv størri undirtøku. Vit høvdu jú sitið í andstøðu og kring alt landið hava nógv fólk lagt eitt ómetaliga stórt arbeiði í valstríðið.
Og hetta má takast upp í flokkinum sum tað álvarsmál tað er, sigur hann.
Tá ið vit spyrja hann, hvat tað var, sum gekk galið, dregur hann eitt sindur á.
Men tað kann ikki skiljast øðrvísi á honum, at hann heldur, at tað er leiðslan í flokkinum, sum hevur svikið.
?Tað hevur als ikki eydnast leiðsluni í flokkinum at fáa boðskap okkara út til fólkið. Tað mugu vit ásanna.
Tá ið vit so spyrja hann um hann krevur, at Lisbeth Petersen skal frá sum formaður, vil hann ikki siga tað.
Men hann sigur, at ein og hvør skipari hevur ábyrgdina av skútuni og gongur tað ikki nóg væl, eigur skiparin at taka avleiðingarnar.
? Soleiðis er tað umborð á skipið og soleiðis er tað á einum og hvørjum virki, at tað er leiðslan, sum hevur ábyrgdina og er úrslitið ikki nóg gott, eigur leiðslan at taka avleiðingarnar.
Og soleiðis eigur tað eisini at vera í politikki. So kann ein og hvør leggja tað í tað, sum tey vilja.
Hann sigur, at tað er ongin ivi um, at eftir eitt slíkt vanlukkuval, má flokkurin endurskoða síni viðurskifti.

Afturvaldur
Annars er Johan Dahl væl nøgdur við valið í Suðuroynni, har hann varð afturvaldur.
Men eisini í Suðuroynni hevði sambandsflokkurin stóra afturgongd.
Eg hevði væntað nakað av afturgongd, tí framgongdin seinast var so øgiliga stór, so tað var ikki væntandi, at tað fór at standa við. Tó hevði hann vónað, at flokkurin fór at halda støðuna. Tað gekk so ikki, so nú má flokkurin seta øll segl til fyri at vinna hetta innaftur til næsta val, sum vónandi ikki verður, fyrrenn um fýra ár.
Men hann heldur eisini, at tað hevur kostað, at hann hevur verið so nógv norðanfjørð, har hann hjálpt til við at endurreisa Kollafjord Pelagic.
?Men hetta má eg so taka til eftirtektar og gera øðrvísi framyvir, leggur hann afturat.
Annars takkar hann øllum, sum hava hjálpt til í valstríðnum og teimum, sum hava stuðlað flokkinum og honum á valinum.
Sjálvur heldur hann, at ein samgonga ímillum A-B-C hevði hóva honum best, men annars eru fleiri aðrir møguleikar til staðar.
Annars heldur Johan Dahl, at vallógin má endurskoðast, tí tað kann ikki vera rætt, at tjóðveldisflokkurin skuldi fáa ein tingmann meiri enn sambandsflokkurin, hóast hann fekk færri atkvøður.