Sølan av motorsúkklum vaksin við 3.500 prosentum

Nýggjastu tølini hjá Akstovuni fyri søluna av nýggjum akførum í tíðarsekeiðnum januar-juni 2006, vísa ein týðuligan vøkstur í søluni av persónbilum, vørubilum og kampingvognum. Størsti vøksturin er í søluni av motorsúkklum


Størsta vøkstrinum í prosentum í søluni av nýggjum akførum standa motorsúkklurnar fyri - heili 3.500 prosent. Í fjør vórðu seldar fimm motorsúkklur í mun til 180 fyrra hálvár í ár.
Sølan av prutlum (skutarar/knallertir) er har aftur ímóti minkað við næstan 50 prosentum.
 
Fyrra hálvár í fjør vóru seldir 743 persónbilar í mun til 903 í ár - ein vøkstur upp á meira enn 20 prosent. Vørubilarnir høvdu ein vøkstur upp á 50 prosent við 152 í mun til 101 í fjør.
 
Tilsamans var vøksturin í søluni av nýggjum akførum teir fyrstu seks mánaðirnar í ár upp á næstan 30 prosent við 332 fleiri seldum akførum í mun til somu tíð í fjør.