SÍ kann geva Mjølnir gullið

Megna sørvingarnir at skal ÍF, fer gullið av álvara at venda móti Klaksvíkini

Flogbóltur

Menninir hjá Mjølni hava í løtuni dystarbólt, tá tosað verður um FM-heitið í flogbólti. Hendan tryggjaðu teir sær við sigri á ÍF fyri tveimum vikum síðani, og nú bíða tey í Klaksvík í spenningi, um eisini SÍ fer at hjálpa teimum í royndunum at vinna gullið.
Sørvingar taka á heimavølli móti ÍF, og er tað nakað lið, sum kann órógva oddastríðið, so er tað helst júst SÍ. Higartil hava avrikini hjá teimum verið nakað óstøðug, men eru teir á toppinum, so kann væl vera, at teir gera ein ordans vørr. Á heimavølli plaga teir eisini at vera sterkir, og so hevur liðið eisini nakað at hevna, nú teir so dyggiliga vóru við undirlutan í steypafinaluni móti júst ÍF.
Í aðrar mátar tykist talan ikki vera um tann stóra spenningin hetta vikuskiftið.
Hjá monnunum hevur Mjølnir útidyst móti Fleyr, og her er einki at ivast í, at stigini fara norðureftir.
Tað fara tey helst eisini í kvinnudeildini, tá Mjølnir vitjar hjá KÍF, og í seinasta dystinum verður flogið hjá stigunum helst móti suðuri, tá TB tekur ímóti botnliðnum, Fleyr.