-Síggi stórar møguleikar í Føroyum

-Hóast hetta er ein sera váðiligur og kostnaðarmikil brunnur síggja vit stórar møguleikar á føroyska landgrunninum. Tí vilja vit eisini brúka okkara royndir og vitan at finna olju og gass í føroysku undirgrundini sigur ein av heimsins fremstu vinnulívsmonnum, norski Statoilstjórin Helge Lund í samrøðu við Sosialin

Tað er ikki hvønn dag, at útlendska pressan fær høvi at hitta og práta við fremsta vinnulívsmannin í Noregi í dag, sjálvan stjóran í størstu ídnaðarfyritøkuni í einum av heimsins ríkastu londum, Helge Lund hjá Statoil. Hetta høvi fingu útlendskir journalistar kortini herfyri, tá stóra altjóða ONS-framsýningatiltakið í Stavanger skipaði fyri eini kunningarferð fyri journalistum úr Saudi Arabia, Spania, Itali, Canada, Hálandi, Skotlandi, Brasilia, Venezuela, OPEC og Føroyum  til tey mest spennandi støðini í Oljunoregi, har stórar gassútbyggingar fara fram í løtuni. Teirra millum var eisini umboð fyri Sosialin, ið nýtti høvið at tosa við Helge Lund um komandi leitingina á føroyska landgrunninum, sum Statoil stendur á odda fyri umframt komandi samvinnuna millum londini bæði.

400 milliardir
Helge Lund hevur ongantíð verið í Føroyum men stóra ynski hansara er at koma henda vegin ein dag. Tá tú stendur á odda fyri eini fyritøku, sum umsetur fyri 400 milliardir kr. árliga hevur tú eisini nógv um at vera. Hann ferðast kring allan heim, har Statoil er virkið og ynskir at blíva meira virkið. Boð eru eftir hesum mæta Statoilstjóranum nógva staðni alla tíðina. Men skuldi tað hent, at felag hansara, Statoil, rakar við olju í boringini í Føroyum í summar, so verður Helge Lund skjótt at síggja í Havnar gøtum. Hetta er í hvussu er nakað, sum hann ætlar at raðfesta høgt. Statoil hevur nógv um at vera í Noregi, har fleiri útbyggingar í milliardaflokki eru í gongd, men kortini standa eisini týðandi verkætlanir fyri framman uttan fyri landoddarnar. Tilsamans fimm brunnar skulu borast internationalt, har Statoil er fyristøðufelag, harímillum ein í Føroyum, ein brunnur, sum ovasti Statoilstjórin leggur stóran dent á. Hinir brunnarnir verða boraðir í Venzuela og í Algeria.

Fylgir gongdini
-Eg fylgi gongdini í Føroyum við stórum áhuga og spenningi. Hóast talan er um eina sera váðiliga boring, sum eisini kostar nógv, so hava vit vónir til Føroyaøkið. Tað er eitt av okkara kjarnuøkjum uttan fyri Norra, og tað er greitt, at vit seta stórar vónir til júst ta komandi boringina men eisini teir brunnar, sum verða boraðir komandi árini hava stóran týdning fyri framtíðina sigur Helge Lund. Hann dylur ikki fyri, at brunnurin í Føroyum verður raðfestur sera høgt í Statoil.

Statoilstjórin sær fram til at vitja bróðurtjóðina fyri vestan. Hann heldur, at olja og gass hevði komið væl við hjá føroyska samfelagnum, sum er so tætt knýtt at bara einari høvuðsvinnu. Hann minnir tó á, at fyrilit eiga at takast, tá farið verður undir eina slíka nýggja vinnu, nú samfelagið er lítið og viðkvamt. Og slík fyrilit ætlar Statoil sær at liva upp til. Sjálvur metir hann, at føroyingar kunnu læra nógv av norsku royndunum, sum eru meira enn 30 ára gamlar, og tí fegnast hann eisini um, at nógvir føroyingar í dag arbeiða í norsku oljuvinnuni, eitt nú í verkætlanum, sum Statoil stendur fyri. Á tann háttu kunnu fáa fáa royndir at taka við sær heimaftur til Føroya og kunnu gera vera við til at tryggja føroyingum eina trygga og skilagóða vinnu.

Raðfestir trygd og heilsu
Helge Lund leggur dent á, at føroyingar taka væl ímóti útlendskum oljufeløgum, sum vilja gera íløgur her og letur okkum vita, at Statoil fer at gera alt fyri at liva upp til krøv og treytir, sum føroyska samfelagið setir útlendskum oljufeløgum. Hann leggur her serliga áherðslu á slíkt sum at varðveita eitt reint umhvørvi og raðfestir hann trygd og heilsu sera høgt.

Helgu Lund ynskir Føroyum og Statoilsamtakinum, sum stendur fyri boringini í summar, góða eydnu. Hann gleðir seg at leggja leiðina henda vegin.