Í gjár gav russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, sínum herdeildum boð um at taka seg aftur úr økinum vestan fyri Dnipro-ánna í Kherson-fylkinum.
Um Russland tekur seg aftur, merkir hetta stórar broytingar í krígnum í Ukraina. Russland hevur havt eftirlitið við Kherson síðan tíðliga í krígnum.
Kherson-regiónin var eisini ein av fýra, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, innlimaði í Russland herfyri. Nú stendur býurin eftir øllum at døma til at fella.
Ein møgulig russisk afturtøka her merkir eisini, at tað kann gerast ógvuliga trupult hjá russisku deildunum at taka havnabýin, Odessa, sum liggur við Svartahavið.
Tá verður vegurin hjá russum til býin nógv longri, enn hann annars er í dag. Eftir kortinum at døma liggur Odessa einar 100 kilometrar frá hermótinum.
Og nú verður hesin teinurin - um russar taka seg aftur úr Kherson-økinum - væl longri. Teinurin hjá ukrainum at taka Krim-hálvoynna aftur verður eisini tess styttri.
Norska Dagbladet hevur spurt verjumálaráðharra landsins, Bjørn Arild Gram, um gongdina í krígnum, og um hvønn týdning norski stuðulin til Ukraina hevur havt í hesum.
- Ukraina er og verður framhaldandi bundið at stuðli úr vesturheiminum - ikki minst, tá ræður um at fáa nóg mikið av vápnum og matriali til at standa ímóti russisku krígsførsluni.
Verjumálaráðharrin vísir á, at Noreg hevur hjálpt Ukraina munandi, og soleiðis verður fram eisini frameftir.
- Russland kann ikki vinna fram við sínari krígsførslu. Tað er týdningarmikið fyri norsku og evropeisku trygdina. Eg hálovi ukrainska herinum í stríðnum fyri demokratii og rættvísi, sigur Bjørn Arild Gram.










