Russland mist fleiri túsund herfólk seinasta mánaðin

Tað sigur bretska verjumálaráðið í síni seinastu dagføring.

Í 20 mánaðir var kríggið í Ukraina í fokus.

 

Men, eftir at Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober, hevur kríggið í Gaza fingið mestu umrøðuna. Nú ger ukrainski forsetin, Voldomyr Zelenskyj, viðmerkingar til gongdina.

 

Hann ásannar, at kríggið í Miðeystri stjelur nógv uppmerksemi frá krígnum í Ukraina, og forsetin heldur eisini, at hetta er eitt ynski frá russiskari síðu.

 

Í kvøld avvísti Voldomyr Zelenskyj, at hann er undir ávísum trýsti frá sínum sameindu at leggja upp til friðarsamráðingar við russar.

 

- Eg veit ikki, hvaðani hesi uppáhald koma, segði hann.

 

Forsetin viðgekk, at hann kundi merkja eitt ávíst trýst fyri kríggið og í byrjanini av russisku innrásini.

 

- Einki av ES-londunum, ei heldur USA, leggja nakað trýst á fyri at fáa meg at seta meg saman við Russlandi, samráðast og lata Russlandi nakað. Tað fer ikki at henda, sigur Voldomyr Zelenskyj.

 

Samstundis, sum forsetin vísir aftur uppáhaldum um trýst, sigur bretska verjumálaráðið í sínari seinastu frágreiðing um gongdina í krígnum, at Russland og Vladimir Putin helst hava mist umleið 200 hernaðarlig akfør undir seinastu álopunum í Donbas.

 

- Russland kann hava mist fleiri túsund herfólk í sama øki síðan byrjanina av oktober - ella seinasta mánaðin, sigur bretska verjumálaráðið.

 

Bretar halda, at Russland helst framvegis er sinnað at góðtaka stór tap av herfólki í royndini at tryggja sær landaøkir.

 

- Seinastu vikurnar hava russar lopið á har eysturi og í landnyrðingspartinum av Ukraina, men ukrainska verjan sigur, at russar eru riknir aftur í teimum økjum, teir hava roynt at tikið.

 

NBC News vísir til keldur, sum siga, at amerikanski forsetin, Joe Biden, ongar ábendingar hevur um, at russiski forsertin, Vladimir Putin, er til reiðar at samráðast við Ukraina.

 

Vesturlendskar keldur siga, at russiski forsetin framvegis væntar, at hann kann vinna kríggið, um hann heldur á til stuðulin, sum Ukraina fær úr vesturheiminum, heldur uppat.

 

Vladimir Putin heldur helst eisini, at møguleikarnir at vinna kríggið fara at gerast betur, um Ukraina missir fólksins stuðul - ella fær trupulleikar við at útvega sær nóg mikið av vápnum til kríggið.

 

Men, støðan er hon, sigur útlendskir miðlar í kvøld, at bæði Ukraina og Russland hava trupulleikar við at útvega sær nógv mikið av hernaðarligum veitingum.