Rubeksen-brøðurnir venda heim aftur

Teir hava boðað felagnum Volda frá, at teir ikki koma aftur til Noregs at spæla í fjórðbestu deildini.

- Vit fingu boðini í gjárkvøldi og vita ikki, hvørjar ætlanir teir annars hava. Men tað er greitt, at vit hava havt nakrar útreiðslur av teimum báðum, sum vit fara at krevja aftur, sigur ítróttarstjórin við heimasíðuni hjá Volda.

Boðini frá Rubeksen-brøðrunum koma óvart á fólkini handan norska felagið, váttar Tor Hallaråker, ítróttarstjóri í Volda.

- Nú mugu vit seta okkum niður og meta um avleiðingarnar av hesum. Vit hava framvegis ein góðan og breiðan hóp, men okkum mangla ein vinstra vong og ein áleypara. Nú má ítróttarnevnd okkara og venjarin taka støðu til, um vit skulu umskúla nakrar leikarar ella um neyðugt er við nýggjum fólki, sigur Tor Hallaråker við VTI Fotball.

 

Teir báðir Thomas Hans og Henrik Rubeksen spældu annars báðir við í venjingardysti fyri Volda beint fyri jól. 18. desember spældu teir 3-3 í móti Larsnes/Gursken, har Thomas Hans skoraði fyrsta málið.